Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna
Svarari: Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum
Evni: Skanning av bróstkrabba á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Spurningar:
1) Er Sjúkrahúsverkið liðugt við útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar, sum skulu til fyri at seta MR-skanningar av bróstum í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
2) Um ja, eru so skanningar av bróstum gjørdar í 3 Tesla skannaranum á Klaksvíkar Sjúkrahús?
3) Um nei, nær kann væntast, at fyrstu MR-skanningarnar av bróstum kunnu setast í verk?
Viðmerkingar:
Fyrr í ár svaraði landsstýriskvinnan til grein 52 a fyrispurning (52-079/2025), at væntandi verður útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar, sum skulu til fyri at seta MR-skanningar av bróstum í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, klárt/klárar aftaná summarferiuna í ár.
Nú summarferian er farin aftur um bak, loyvi eg mær at seta henda fyrispurning, fyri at vita, hvør støðan er í hesum máli.
Á Løgtingi, 14. august 2026
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



