Ver ikki so himmalskur, at tú ikki er til nakra verðsins nyttu
- C. H. Spurgeon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ver ikki so himmalskur, at tú ikki er til nakra verðsins nyttu
- C. H. Spurgeon
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Magni Højgaard, løgtingsmaður 
Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum 
Evni: Sosialir miðlar og avmarkingar

Spurningar:   
1. Hvat er status viðvíkjandi arbeiðinum at seta aldursmark á sosialar miðlar?

2. Verður arbeitt við nøkrum ítøkiligum, sum landsstýrismaðurin kann vísa á, t.d. hvørjar miðlar talan verður um?

3. Verður arbeitt við innritanarmøguleikum, sum t.d. eini app, ið skal góðkenna aldurin á tí, ið loggar á sosialar miðlar?

Viðmerkingar: 
Tað er nógv fokus á børnum og sosialum miðlum fyri tíðina. Perspektivini eru fleiri:

Vit hoyra meir og meir um kriminellan aktivitet á netinum, har børn eisini blíva lokkað inn í netverk, og í samband við persónar av sera farligum slag.

Vit hoyra um, hvussu óavmarkað atgongd til snildtelefonir og sosialar miðlar ávirkar bindindi og atburð annars hjá børnum okkara. Vit hoyra eisini um, hvussu hetta ávirkar svøvn hjá stórum parti av okkara børnum og ungu.

Hesar seinastu vikurnar hava vit eisini hoyrt nógv um, hvussu vit kláraðu okkum í PISA-kanningini. Her hevur man eisini nevnt sosialar miðlar sum eitt órógvandi element, har børn og ungu okkara, orsakað av skermum og alnótini, lesa alt ov lítið.

Í Danmark síggja vit somu politisku ætlanir, og har hevur avvarðandi ráðharri verið úti og tosað um eina app, sum skal góðkenna tann, ið loggar á. Hetta vil so forða fyri, at børn, yngri enn ásetta aldursmarkið, logga á sosialar miðlar.

Spyrja vit okkum fyri her heima, so verður upplýst, at hetta nokk eisini ber til her, har vit frammanundan hava Vangan, Samleikan o.s.fr.

Tað er sjálvandi umráðandi, at stóru platformarnir, Snapchat, Tik-Tok v.fl., spæla við og taka ábyrgd. Her síggja vit eitt vaksandi trýst runt heimin, frá politiskum myndugleikum, so samstarv har er kanska ikki heilt ómøguligt at ímynda sær. 

Á Løgtingi, 15. septembur 2026  
Magni Højgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #