Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum
Evni: Støðan hjá føroyingum í Persaraflógvanum
Spurningar:
1. Hevur landsstýrið eitt yvirlit yvir føroyingar og føroysk reiðarí, ið eru innibyrgd ella á annan hátt avmarkaði í Persaraflógvanum?
2. Hvat ger landsstýrið fyri at fáa eitt greitt yvirlit yvir føroyingar og føroysk reiðarí, ið eru innibyrgd í Persaraflógvanum?
3. Arbeiðir landsstýrið við at fáa føroyingar heim á tryggan hátt, og at føroyingar ið eru verandi í økinum annars eru tryggir?
4. Verður landsstýrið kunnað um og tikið við í uttanríkis- og trygdarpolitiskar avgerðir, ið verða tiknar, ið viðvíkja stongslinum av Hormuz-sundinum – eitt nú avgerðir frá danskari síðu um at geva hernaðarlig íkast til hernaðarátøk í økinum?
Viðmerkingar:
Eftir at USA og Ísrael tann 28. februar 2026 framdu eitt umfatandi álop á Iran, sum hevur elvt til eitt umfatandi stríð landanna millum, hevur iranska tjóðarhirðin stongt Hormuz-sundið.
Orsakað av hesum eru 1500-2000 skip innibyrgd í Persaraflógvanum, við upp til 35.000 sjófólkum og ferðafólkum umborð (IMO).
Fleiri skip eru álopin, og fólk eru bæði deyð og løstaði í hesum álopum. Skipini eru kringsett av hernaðarflogførum, dronum og herskipum frá fleiri pørtum. Støðan er sostatt sera ótrygg og broytist dag fyri dag.
Nógvir føroyingar sigla við altjóða handilsflotanum, eitt nú við Mærsk, og tí kann hugsast, at fleiri føroyingar eru raktir av stonglinum av Hormuz-sundinum.
Dømir eru um føroyingar, sum eru umborð á skipum í flógvanum, sum hava stúrin avvarðandi heima í Føroyum.
Føroyar hava sum fremstu ábyrgd at verja og tryggja lív og heilsu hjá okkara íbúgvum, bæði úti og heima.
Fyri at fáa greiðu á, hvør støðan er hjá teimum føroyingum, ið eru raktir av stongslinum av Hormuz-sundinum, og hvussu landsstýrið fyriheldur seg til støðuna í økinum annars, verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 13. mai 2026
Bjarni Kárason Petersen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



