Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Kristian Krog Hentze, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Tunnilin undir Traðarhamri og farleiðin til eystanbygdirnar
Spurningar:
1. Hvat vísa royndarboringarnar á Traðarhamri um jarðfrøðina og møguleikan at gera tunnilin undir Traðarhamri?
2. Nær væntar landsstýrismaðurin, at endaliga frágreiðingin frá
royndarboringunum verður liðug, og verður hon løgd alment fram?
3. Er ætlanin hjá landsstýrismanninum, at tunnilin undir Traðarhamri verður prosjekteraður og boðin út sum partur av samlaðu verkætlanini um Suðuroyartunnilin, hóast orðingin í § 3, stk. 1, nr. 1 í løgtingslógini er „møguligum tunli undir Traðarhamri“?
4. Hvussu langur verður tunnilin eftir ætlan, hvar verða tunnilsmunnarnir staðsettir, og hvussu verður tunnilin bundin í verandi landsveg í Traðardali og vegirnar til Skálavíkar og Skarvanes?
5. Ætlar landsstýrismaðurin, at tunnilin undir Traðarhamri verður gjørdur liðugur, áðrenn farið verður undir sjálva boringina av Suðuroyartunlinum úr Djúpadali, soleiðis sum mælt varð til undir nevndarviðgerðini?
6. Hvør er fyribils kostnaðarmetingin fyri tunnilin undir Traðarhamri og
tilhoyrandi vegagerð, og nær væntar landsstýrismaðurin, at verkætlanin kann verða boðin út og arbeiðið byrja?
Viðmerkingar:
Seinastu royndarboringarnar á Traðarhamri eru nú gjørdar. Endamálið við boringunum er at fáa neyvari vitan um jarðfrøðina og lendisviðurskiftini undir Traðarhamri, so úrslitini kunnu nýtast í endaligu projekteringini av tunlinum.
Sambært § 3, stk. 1, nr. 1 í løgtingslóg nr. 24 frá 26. februar 2026 skal P/F Suðuroyartunnilin fyrireika, prosjektera og lata í útboð farleið frá verandi vegi í Traðardali, eysturum Sandsvatn, við vegum og møguligum tunli undir Traðarhamri, til undirsjóvartunnilin í Djúpadali. Farleiðin skal hava íbinding í verandi vegir til Skálavíkar og Skarvanes.
Undir nevndarviðgerðini í løgtingsmáli nr. 66/2025 um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum vísti Sands kommuna á, at tunnilin undir Traðarhamri eisini hevði verið ein góð loysn fyri eystanbygdirnar og hevði bøtt um avbjóðingarnar við tungari ferðslu gjøgnum Sandafløttin.
Kommunan mælti eisini til, at tunnilin varð gjørdur liðugur, áðrenn farið varð undir at bora Suðuroyartunnilin úr Djúpadali.
Meirilutin í Fíggjarnevndini tók undir við, at tunnilin undir Traðarhamri er ein góð loysn, sum samstundis dagførir farleiðina til eystanbygdirnar - ein ætlan, sum hevur verið á politisku dagsskránni í nógv ár.
Nú royndarboringarnar eru gjørdar er tí hóskandi at fáa greiðu á, hvørjar niðurstøður kanningarnar hava givið, um tunnilin verður veruleiki, og hvussu og nær farleiðin verður framd.
Á Løgtingi, 15. september 2026
Kristian Krog Hentze
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



