Skrivligur fyrispurningur eftir §52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jaspur Langgaard, Løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, Løgmaður
Evni: Tunnilsgjaldið í Eysturoyar- og Sandoyartunlunum
Spurningar:
1. Hvussu stóran part av landskassaveðhaldinum í 2025 verður neyðugt hjá Tunnilsfelagnum at brúka?
2. Tá felagið hevur avlop, verður kostnaðurin tá settur niður, og hvussu nógv sær løgmaður fyri sær, at prísurin skal lækka?
3. Hvussu metir løgmaður, at ein slík príslækking hevði ávirkað inntøkurnar hjá Tunnilsfelagnum?
Viðmerkingar:
Ikki er staðfest hvussu nógv landskassin faktiskt verður noyddur at gjalda í veðhaldi í 2025 – metingarnar síggja út til at benda á, at tað kunnu vera 0 krónur, um ferðslan heldur fram at vaksa, sum hon hevur gjørt.
Ferðslan í Eysturoyar- og Sandoyartunlunum er vaksin nógv seinastu árini, og hetta vísir, hvussu týdningarmikil hesar samferðsluverkætlanir eru vorðnar fyri bæði borgarar og vinnu. Samstundis vita vit frá altjóða kanningum, at prísurin fyri at koyra hevur beinleiðis ávirkan á ferðslumynstrið.
Hetta merkir, at lægri gjøld føra til størri ferðslu, og at inntøkurnar hjá felagnum tí kunnu vera áleið tær somu, hóast kostnaðurin fyri bilførarar verður lækkaður.
Tí er tað natúrligt at seta spurningin, hvussu stóran part av landskassans veðhaldi verður neyðugt hjá felagnum at taka í nýtslu, hvørt og hvussu nógv prísurin kann lækkast, tá felagið fær avlop, og hvussu ein møgulig príslækking síðan hevði ávirkað inntøkurnar hjá Tunnilsfelagnum.
Á Løgtingi, 15. Septembur 2025
Jaspur Langgaard
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



