Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður 
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum 
Evni: Útlendsk arbeiðsmegi og tilflytarar í Føroyum

Spurningar: 
1. Hvussu nógvir útlendingar hava arbeiðs- og/ella uppihaldsloyvi í Føroyum í dag?

2. Júst hvørjum londum kemur útlendska arbeiðsmegin úr, hvussu nógv koma úr hvørjum landi sær, og hvussu langt áramál hava tey verið her?

3. Hvussu stórt er talið á samfylgjandi familju, og hvørjum londum koma hesi úr?

4. Hvørjar eru treytirnar fyri at fáa samfylgjandi familju til Føroya?

5. Hvussu nógvir útlendingar eru komnir á føroyska arbeiðsmarknaðin, síðani Fast Track-skipanin varð sett í gildi, og hvørjum vinnugreinum arbeiða hesi í?

Viðmerkingar: 
Í eitt longri tíðarskeið hevur arbeiði verið til meiri enn allar hendur á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og tískil hevur tørvurin á arbeiðsmegi verið stórur – og hann sýnist framvegis at vera tað. Fast Track-skipanin varð sett í gildi í november 2021, og ætlanin við hesi skipan er at nøkta ein bráðfeingis tørv á arbeiðsmegi hjá føroyskum arbeiðsgevarum. Skipanin gevur skjóta og lætta atgongd til Føroya til fólk úr øllum heiminum.

Hóast henda snarskipan hevur sum aðalmál at fáa útlendingar higar at arbeiða, so er nógv, sum týðir upp á, at tey ikki eru so fá, sum hava fingið samfylgjandi familju hendavegin eisini. Sammett við stóru verð, so eru Føroyar fámentar, lítlar og sárbærar.

Undanfarin ættarlið hava bygt okkum eitt vælferðarsamfelag, sum er gott, frælst og trygt at liva í. Av tí at vit eru so fá og smá, so skulu ikki serliga stórar broytingar henda í fólkasamansetingini, til at vit byrja at merkja og síggja tær. Og tað bendir á, at vit síggja tær.  

Fólkaskúlin er settur undir eyka trýst, tí næmingatalið á teimum, ið ikki hava føroyskt sum sítt fyrsta mál, er vaksið nógv. Hetta skapar avbjóðingar í vanliga samskiftinum í skúlanum og ikki minst millum heim og skúla. Bæði tá tað kemur til mál og mentan.

Sama ger seg galdandi á barnaansingarøkinum. Aðrastaðni í samfelagnum síggja vit, at vit javnan verða noydd at samskifta á enskum, tí tey eru ikki so fá, sum ikki duga føroyskt. Eisini vísti Barnaverndarstovan í frágreiðing síni fyri 2023 á, at talið av barnaverndarmálum við útlendskum børnum (uttanfyri Norðurlond) er yvirumboðað samanborið við føroysk. Felags fyri hesi barnaverndarmál er, at tey “eru trupul at handfara vegna forðingar orsakað av málsligum- og mentanarligum muni”, sum frágreiðingin sigur.

Fyri at fáa greiði á nøkrum viðurskiftum, tá um útlendska arbeiðsmegi og tilflytarar í Føroyum ræður, verða hesir spuningar settir avvarðandi landsstýrisfólki. 

Á Løgtingi, 20. januar 2026 
Bárður á Lakjuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #