Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Magni Højgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Vegakervið hjá Landsverki
Spurningar:
1. Hvørjar ítøkiligar ætlanir eru um at asfaltera og umvæla vegir í Eysturoynni, harundir á Skála?
2. Hvussu verður ein raðfesting gjørd, tá hugsað verður um stóra trýstið og eftirsleipið, ið er á økinum?
3. Verður hugsað um teir vegir, sum liggja í tætt bygdum øki, og har fólk í øllum aldri búgva við vegin?
4. Verður atlit tikið at, hvussu stórt ella lítið eitt arbeið er? Til dømis um longd á vegastrekki, hvussu umfatandi arbeiðið er, ella hvussu stórt trýst er á vegastrekkinum?
Viðmerkingar:
Tað er nógv tos um vegakervið hjá Landsverki og tað stóra eftirsleipið, sum har er. Í seinastuni hevur Fámjinsvegurin verið í fokus, og har hevði landstýrismaðurin lovandi orð.
Á Skála eru tvey stutt vegastrekkir, tilsamans undir tveir kilometrar, ið eru sera sentral fyri ferðsluna í bygdini.
Annað er frá avkoyringini á ovara vegi, omanfyri skipasmiðjuna, og oman gjøgnum Skákið. Har er vegurin í sera ringum standi, so leingi tað er landsvegur. Ein sera stórur partur av ferðsluni í bygdini kemur og fer hendaveg.
Nevnast kunnu teir mongu bilarnir, ið skulu hendaveg til ítróttarøkið undir Mýruhjalla, umframt alla ferðsluna, ið skal oman á vinnuøkið.
Hitt strekkið er uttasti parturin av Skálavegi. Tað er frá Gjógvará, beint uttanfyri bátahylin, og suður eftir út úr bygdini. Hetta strekkið er í sera ringum standi. Bilar, ið ikki ansa sera væl eftir, punktera og fáa skaða av at koyra á strekkinum.
Vegastrekkið liggur eisini í tætt bygdum øki, har fólk í øllum aldri búgva. Har er eisini nógv ferðsla hvønn dag í árinum.
Nevnast kann eisini, at náttúruperlan við Prestá liggur á hesum strekkinum, og er tað sera óheppið, tá øll vitjandi har skulu koyra eftir so vánaligum og ótryggum vegi.
Á Løgtingi, 18. august 2026
Magni Højgaard
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



