Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bill Justinussen, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Vegastrekkið við Streymin
Spurningar:
1. Nær kann væntast, at vegastrekkið við Streymin fær eina varandi ferðslutrygga loysn?
2. Hvussu nógv kostar tað at broyta vegastrekkið, so ferðslan verður trygg?
3. Hvør loysn heldur landsstýrismaðurin er tann besta?
Viðmerkingar:
Nógvar minni og meiri álvarsligar ferðsluvanlukkur hava verið á vegstrekkinum við Streymin gjøgnum árini. Í mong ár hevur tað verið eitt áleikandi ynski frá íbúgvum og kommunala myndugleikanum at fáa eina varandi ferðslutrygga loysn á strekkinum.
Ymsar loysnir eru á borðinum. Nógv samskifti og nógvir fundir hava verið millum kommunala myndugleikan, lokala handilslívið og almenna myndugleikan um, hvør loysn er best egnað. Tó er enn ongin avgerð tikin um, hvør loysn skal setast í verk.
Og meðan vit bíða, henda fleiri ferðsluvanlukkur og ferðsluóhapp. Álvarsligur mannskaði og í nøkrum førum mannalív eru prísurin fyri almenna drálið.
Nú nýtt landsstýri er skipað, er lagaliga løtan at spyrja, nær væntast kann, at nakað munagott hendir í málinum.
Á Løgtingi, 11. mai 2026
Bill Justinussen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



