Avgerðandi er ikki at vinna - men at vilja vinna
- Vince Lombardi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Avgerðandi er ikki at vinna - men at vilja vinna
- Vince Lombardi
Politikkur

Sambandsflokkurin á Fólkatingi: Eitt nýtt stig tikið í arbeiðinum at styrkja kriminalitetsfyribyrging millum børn og ung, nú tað verður møguligt at taka SSP-útbúgving í Føroyum. Fyrsta grundskeiðið verður longu hildið í oktober í ár.

Umstøðurnar hjá SSP at gera kriminalitetsfyribyrgjandi arbeið verður enn betri, nú SSP-grundskeið verður boðið út í Føroyum. Hetta er úrslitið av avtalu, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi gjørdi við donsku stjórnina í december í fjør. 

Higartil hevur SSP-útbúgvingin einans verið tøk í Danmark.

Í svari til Annu Falkenberg, váttar danski løgmálaráðharrin Nicolai Wammen, at neyðug fígging er sett av til, at grundskeiðið kann byrja sum ætlað í 2026. Samstundis vísir hann á týdningin av at styrkja kriminalitetsfyribyrgjandi arbeiðið.

“Tað er gleðiligt, at vit nú síggja úrslitið av tí, sum vit fingu upp á pláss í avtaluni við donsku stjórnina. Vit vita, hvussu týdningarmikið fyrbyrgjandi arbeiðið hjá SSP er, og hvussu týdningarmikið tað er fyri trivnaðin millum børn og ung. Tí er hetta eitt stórt framstig,” sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.

Fyrsta SSP-grundskeiðið verður 26. og 27. oktober í ár, og tað er ætlað nýggjum SSP-umboðum og teimum við avmarkaðum royndum, sum arbeiða við fyribyrging millum børn og ung. Skeiðið gevur eina grundleggjandi vitan um kriminalitetsfyribyrging, vandatekin hjá børnum og ungum, og hvussu samstarvið innan økið kann styrkjast. Samstundis er undirvísingartilfarið tillagað føroyskum viðurskiftum.

“Øll sum arbeiða við SSP eru ótrúliga dugnalig starvsfólk, hóast umstøðurnar ikki altíð hava verið góðar. Tí snýr hetta seg í síðsta enda um at geva teimum, sum arbeiða við okkara ungu og børnum, enn betur amboð,” leggur Anna Falkenberg afturat.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #