3. novembur kunngjørdi løgmaður stórar broytingar í samgonguni, tá ið hann valdi at aktivera tilmælið, sum Nýskipanarnevndin sama dag hevði almannakunngjørt.
Tað kom teimum flestu dátt við, at eitt slíkt tilmæli varð sett í verk alt fyri eitt, ikki minst starvsfólkunum, sum nú sita í allari óvissu og gruna um tað eru tey sum verða soldaði frá í eini uppsagnarrundu, nú øll Miðfyrisitingin skal spara.
Starvsfelagið skal, júst sum onnur longu hava gjørt, vísa á okkara undran, at ovasta leiðslan í Miðfyrisitingini ikki hevur tikið fakfeløgini við í tilgongdini, nú Løgmaður hevur sett partar av tilmælinum frá Nýskipanarnevndini í verk.
Starvsfelagið umboðar rættuliga nógvar limir sum starvast í miðfyrisitingini og hesi hava sambært sáttmálaásetingum rættindir, sum vit meta eru tilsíðissett tá ið Løgmansstjórin á fundi, boðaði starvsfólkunum í Miðfyrisitingini frá sparingum, eftir at tað var komið fram, at trý landsstýrisfólk og tríggir aðalstjórar skuldu sigast úr starvið galdandi frá 1. desembur 2025.
Grundað á manglandi kunning og at skipanin hevur sett partar av tilmælinum í verk, uttan heilt at vita ella kenna mannagongdir og treytirnar fyri slíkum átøkum, er óneyðugt og óverdugt órógv komið í limir okkara, sum starvast í Miðfyrisitingini.
Henda framferðarhátt fara vit upp á tað kraftigasta at mótmæla og heita á løgmansstjóran, sum hevur ovastu leiðsluna, um at steðga á og koma á rætta sporið.
Starvsfelagið skal gera vart við, at § 2 í sáttmálanum ”Arbeiðspláss og broytingar í arbeiðsgongd o.a.” skal haldast:
§ 2 Arbeiðspláss og broytingar í arbeiðsgongd o.a. Tá ið avgerandi broytingar verða gjørdar í arbeiðsgongdini ella umsitingini á einum stovni, skal starvsfólkið hava boð um hetta í góðari tíð fyri at fáa høvi til at vera við í tilrættaleggingini. Krevja tílík tiltøk eftirútbúgving, skulu starvsfólkini hava høvi til at fáa neyðuga eftirútbúgving, so tey kunnu røkja hesi arbeiði.
Stk. 2. Álitisfólkið skal hava skipanarreglur (organisatiónsskipan/starvslýsingar) fyri viðkomandi stovn, eins og álitisfólkini skulu takast við í ráðleggingina, tá ið broytingar verða gjørdar sbrt. stk. 1.
Stk. 3. Á øllum almennum stovnum verður sett ein samstarvsnevnd, har leiðsla, álitisfólk og varaálitisfólk sita, sum skal hava innlit í øll viðurskifti, sum hava við stovnin og uppgávur hansara at gera. Leiðslan søkir sær ráð hjá samstarvsnevndini, áðrenn avgerðir verða tiknar.
Starvsfelagið tekur fyri givið, at § 2 í sáttmálanum, sum Fíggjarmálaráðið hevur undirskrivað vegna almennu Føroyar, verður hildin. Hetta er ikki bara galdandi í hesum málinum, men eisini í teimum málum, ið væntandi koma, sum avleiðing av tilmælum frá Nýskipanarnevndini.
Starvsfelagið skal minna á fyrisitingarreglurnar, góðan fyrisitingarsið, starvsfólkarættindini hjá tí almenna og ikki minst sáttmálaásetingarnar.
Starvsfelagið fylgir væl við gongdini, og frávik frá sáttmálanum verða mett sum sáttmálabrot.
Felagið fer at tryggja, at allir limir verða kunnaðir beinanvegin, so skjótt nýggj kunning fyriliggur.
Um spurningar ella viðmerkingar eru, ber til at seta seg í samband við næstforkvinnuna í Starvsfelagnum, Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk.
Starvsfelagið
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



