Hagstovan: Tann 1. juli búðu 55.505 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 643 fólkum, ella 1,2 prosentum seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var meir enn tvífalt so stórur sum í undanfarnu tólv mánaðunum. Serliga nettoflytingin hevur havt eitt stórt íkast til fólkavøksturin seinasta árið.
Eftir lítlan fólkavøkstur í góð tvey ár er aftur ferð komin á vøksturin. Árligi fólkavøksturin er nú oman fyri eitt prosent, eftir at hann í hálvttriðja ár hevur ligið um hálvt prosent. Fólkatalið, sum fór upp um 55.000 í februar, er nú longu farið upp um 55.500. Samstundis er samansetingin av fólkavøkstrinum broytt, og fólk uttan bústaðartilknýti standa nú aftur fyri einum størri parti av vøkstrinum.
Størri fólkavøkstur
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.
Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 177 fólk og einari nettoflyting á 466 fólk. Tað eru samanlagt ein fólkavøkstur á 643 fólk — 404 fólk fleiri enn í undanfarna tíðarskeiði.
Burðaravlopið var um 20 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Tað vóru 16 fleiri børn vóru fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd.
Stór broyting var í nettoflytingini, sum vaks úr 82 í undanfarna tíðarskeiði upp í 466 seinasta árið. Tilflytingin vaks samstundis sum fráflytingin minkaði. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



