Líka frægt ikki at renna sum at renna. Tí øll tíðin tú brúkar at renna í, fyri at leingja lívið, verður brúkt til renningina
- Ónevndur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Líka frægt ikki at renna sum at renna. Tí øll tíðin tú brúkar at renna í, fyri at leingja lívið, verður brúkt til renningina
- Ónevndur
Onnur tíðindi

Hagstovan: Tann 1. august búðu 55.726 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 769 persónum, ella 1,4 prosentum seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var trífalt so stórur sum í undanfarnu tólv mánaðunum. Nærum tríggir fjórðingar av fólkavøkstrinum komu frá nettoflytingini.

Ferð er komin aftur á fólkavøksturin eftir lutfalsliga lítlan vøkstur í góð tvey ár. Fólkatalið vaks við 1,4 prosentum seinasta árið. Í undanfarna tíðarskeiði var árligi vøksturin eitt hálvt prosent. Nettoflytingin átti stóran part av vøkstrinum seinasta árið. Myndin niðanfyri vísir mánaðarligu gongdina í fólkatalinum. 

Størri fólkavøkstur 
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 206 fólk og einari nettoflyting á 563 fólk. Tað eru samanlagt ein fólkavøkstur á 769 fólk — 516 fleiri enn í undanfarna tíðarskeiði. 

Burðaravlopið var um 50 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Tað vóru 41 fleiri børn fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd. 

Stór broyting var í nettoflytingini, sum vaks úr 98 í undanfarna tíðarskeiði upp í 563 seinasta árið. Fleiri fluttu til Føroya enn í tíðarskeiðnum frammanundan samstundis sum færri fluttu úr Føroyum. Fráflytingin minkaði mest millum danskar, pólskar og rumenskar ríkisborgarar, meðan tilflytingin vaks mest millum asiatiskar ríkisborgarar. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #