Svar upp á fyrispurning nr. 52-002/2026 eftir § 52a í tingskipanini, um sjúkraflutning í Vágum og Føroyum sum heild, frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu ofta seinasta árið, hevur sjúkraflutningsdepilin, støð 30 í Miðvági, verið uttan manning ella uttan tøka sjúkraflutningsvakt?
2. Hvørjar ítøkiligar avbjóðingar eru orsøkin til, at tað sambært upplýsingum kann koma fyri, at støð 30 í Miðvági ikki er mannað?
3. Metir landstýriskvinnan, at tilbúgvingin í Vágum lýkur tey fakligu og kravdu trygdar krøv, sum eiga at verða sett til øki við meira enn 3000 íbúgvum og altjóða flogvølli?
4. Hvørji ítøkilig átøk ætlar landstýriskvinnan at seta í verk fyri at tryggja eina støðuga og nøktandi sjúkraflutningstænastu í Vágum?
5. Hvørjar ætlanir eru um at útbúgva og seta fleiri sjúkraflutningsfólk í teimum økjum, har tørvur er, her undir Vágum?
Svar:
Til spurning 1
Sambært Sjúkrahúsverkinum hevur tað verið trupult at manna Sjúkraflutningsdepilin í Miðvági (støð 30) seinasta árið. Avbjóðingarnar hava verið serliga stórar seinasta hálva árið.
Ein sjúkrabilur verður vanliga mannaður við tveimum starvsfólkum – einum autoriseraðum sjúkraflutningsviðgera og einum sjúkraflutningshjálpara. Tað hava tíverri verið tíðarskeið seinasta árið, har støðin í Vágum ikki hevur verið fullmannað ella ikki hevur verið mannað.
Sambært Sjúkrahúsverkinum hevur støðin í Vágum seinasta árið í umleið 16 samdøgur bert verið mannað við einum starvsfólki (sjúkraflutningsviðgera). Harumframt hevur støðin verið ómannað í umleið 30 samdøgur.
Tað hevur týdning at nevna í hesum sambandi, at sjúkraflutningstænastan í Føroyum virkar sum ein “flótandi” tilbúgving. Hetta merkir, at teir einstøku sjúkrabilarnir dekka breitt og ikki bert innan tey øki, har teir eru staðsettir. Øll tænastan verður stýrd av Vaktsentralinum á Landssjúkrahúsinum, sum til eina og hvørja tíð gagnnýtir tær tøku resursirnar á bestan hátt. Hetta merkir millum annað, at tey tíðspunkt, sum sjúkrabilurin ikki er tøkur í Vágum, verður økið dekkað av sjúkrabilum frá øðrum støðum, men ein manglandi sjúkrabilur í Vágum vil undir vanligum umstøðum føra við sær eina longri responstíð1.
1Responstíð skal skiljast sum tíðin frá tí, at neyðkall verður móttikið, til heilsufakliga hjálpin er á staðnum.
Til spurning 2
Í síni heild er størsta avbjóðingin trot á útbúnum sjúkraflutningsviðgerum til Sjúkraflutnings tænastuna. Tí er skipanin serliga viðbrekin tá sjúkrafrávera og uppsagnir eru.
Ein av orsøkunum til trotið eru herd krøv um útbúgving. Í 2021 vórðu reglurnar um autorisatión av sjúkraflutningsviðgerum ásettar. Sambært § 70 c í autorisatiónslógini skal tann, sum hevur staðið danska ella føroyska próvtøku sum sjúkraflutningsviðgeri, hava autorisatión sum sjúkraflutningsviðgeri. Fyri sjúkraflutningsviðgerar, sum longu vóru útbúnir og arbeiddu á økinum, varð gjørd ein skiftisskipan. Hesi kundu halda áfram við at arbeiða sum sjúkraflutningsviðgerar í einum avmarkaðum tíðarskeiði, uttan autorisatión, meðan tey fingu møguleika at arbeiða fram ímóti at lúka ásettu krøvini og søkja um autorisatión. Skiftisskipanin var galdandi til 30. juni 2024. Frá 1. juli 2024 var kravið tí, at sjúkraflutningsviðgerar, sum áður vóru fevndir av skiftisskipanini, skuldu hava autorisatión fyri at arbeiða sum sjúkraflutningsviðgerar og nýta heitið “ambulancebehandler”.
Síðani 2024 hevur Sjúkraflutningstænastan sent sjúkraflutningsviðgerar, sum ikki luku krøvini um autorisatión innan freistina, á merittútbúgving í Danmark, so at viðgerarnir kunnu virka sum viðgerðar, og við somu autorisatión og fakligum førleikum, sum tey lond vit samanbera okkum við. Tá hesi starvsfólk eru í Danmark í útbúgvingarørindum, verða samstundis færri at dekka vaktirnar.
Sjúkraflutningsviðgerar í Føroyum verða í dag útbúnir á yrkisskúlanum í Danmark. Útbúgvingin tekur 4 ár.
Hon fevnir um praktikk og umleið 1,5 ára skúlagongd í Danmark. Tað tíðarskeiðið, sum sjúkraflutningsviðgerarnir eru í skúla í Danmark, eru teir ikki tøkir í starvsfólkahópinum hjá Sjúkraflutningstænastuni.
Samstundis byggir sáttmálin á økinum á eitt gamalt prinsipp, har tað verður lagt upp til, at starvsfólkini sum skulu dekka vaktirnar búgva í nærumhvørvinum. Hetta ger tað trupult at fáa starvsfólk, sum ikki búgva í økinum, at taka vaktir í Vágum.
Samanumtikið metir Sjúkrahúsverkið, at størstu ítøkiligu avbjóðingarnar á økinum í løtuni eru trot á sjúkraflutningsviðgerum og at verandi sáttmálin, sum sjúkraflutningsviðgerarnir virka undir, ikki er dagførdur og tí ikki tekur atlit til at infrakervið er broytt.
Til spurning 3, 4 og 5
Tað er sjálvandi ikki nøktandi, at tað í ávísum tíðarskeiðum, ikki hevur verið møguligt at mannað støðina í Vágum.
Tað verður áhaldandi arbeitt við at útbúgva fleiri sjúkraflutningsviðgerar, og sambært sjúkrahúsleiðsluni kunnu tað væntast batar komandi mánaðirnar til hálva árið. Eisini kann nevnast, at í 2026 byrja tríggir lærlingar á yrkisskúla í Danmark, fyri at útbúgva seg til sjúkraflutningsviðgerar. Teir fyrstu tveir byrjaðu 1. august, og ein byrjar í november.
Leiðslan í Sjúkraflutningstænastuni ger eisini eitt stórt arbeiði fyri at manna vaktirnar, men tað er trupult við verandi manning og sáttmála.
Sjúkrahúsverkið vísir á, at tørvur er á at leggja eina langtíðarætlan fyri útbúgvingarkapasitetin innan sjúkraflutningsviðgerar og fyri fíggingina av hesi útbúgving, um vit í Føroyum skulu hava eina støðuga og haldgóða sjúkraflutningstænastu við høgari fakligari dygd, á støði við tænasturnar í okkara grannalondum.
Hesum sjónarmiði tekur landsstýriskvinnan undir við, og er hetta eisini í samsvari við strategiina hjá Sjúkrahúsverkinum fyri 2026-2030, sum eg júst havi góðkent. Har framgongur millum annað, at tað skulu gerast heildarætlanir fyri førleikamenning og útbúgving hjá starvsfólkunum og har tað í hesum sambandi verður átrokandi at fáa hetta gjørt fyri Sjúkraflutningstænastuna.
Heilsu- og orkumálaráðið, 14. august 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



