Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Ein av teimum mongu - heilir 23 í tali - munnligu fyrispurningunum í dag var settur av Høgna Hoydal, tingmanni, sum spurdi um keyp og sølu av kvotum.

Høgni Hoydal spurdi hvussu nógvar sølur av kvotum (endaliga) eru farnar fram síðani 2020, og fyri hvussu nógvan pening, hvat kann gerast fyri at steðga hesum privatu sølum og tryggja, at virðið av tilfeinginum kemur til Føroya fólk og hvat kann gerast til tess at skapa møguleikar hjá smærri reiðaríum og nýggjum fyritøkum at sleppa framat og virka í fiskivinnuni?

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, svaraði millum annað, at sambært yvirliti á heimasíðuni hjá Vørn sæst, at talið av endaligum avhendingum av kvotum fyri árini 2020-2025 er 158.

Men kunningin er ikki um, hvussu nógvan pening rættindi verða seld fyri. Hesar upplýsingar eru ikki tøkar. 

- Eg haldi, at vit eiga at víðka um upplýsingarnar á heimasíðuni hjá Vørn, so avhendingarnar av fiskirættindum eisini fevna um søluupphæddina av rættindunum, sum verða avhendað. Á henda hátt høvdu vit tryggjað størri gjøgnumskygni um privata sølu av loyvum og rættindum. 

- Eg fari at taka stig til at kanna, hvussu hetta kann skipast, og eg ætli mær at fara á landsstýrisfund við hesum, so skjótt tað er klárt, segði landsstýrismaðurin. 

Trý amboð
Viðvíkjandi spurninginum hvat kann gerast fyri at steðga hesum privatu sølum og tryggja, at virðið av tilfeinginum kemur til Føroya fólk, segði Jóhan Christiansen, at vit hava í dag serliga trý amboð tøk, ið kunnu ávirka býtið av virðunum millum fiskivinnuna og aðrar partar av samfelagnum: At broyta tilfeingisgjøldini, At broyta lógina um serskatting í sambandi við sølu av veiðirættindum og At broyta partafelagsskattin.

- Við at hækka hesi amboð hevði ein størri partur av tilfeinginum komið øllum samfelagnum til góðar. Spurningurin er eisini, um virðið av privatu sølunum hevði verið eins høgt, um tilfeingisgjøldini og skattirnir vóru hægri. 

- Ein annar háttur, ið hevur verið nýttur, er, at landið stendur fyri uppboðssølu av veiðirættindum. Verður hesin háttur førdur út í lívið í fullan mun, so hevði hann steðgað privatum sølum av rættindum. 
Ein uppboðssøla krevur tó grundleggjandi broytingar í verandi skipan og breiðar politiskar semjur, segði landsstýrismaðurin.

Trupult at finna semju
Viðvíkjandi spurninginum hvat kann gerast til tess at skapa møguleikar hjá smærri reiðaríum og nýggjum fyritøkum at sleppa framat og virka í fiskivinnuni, svaraði Jóhan Christiansen, at tað vísir seg at vera trupult at skapa varandi skipanir, sum gera tað møguligt hjá smærri reiðaríum at sleppa framat og hava tað liviligt í fiskivinnuni.

- Hetta krevur breiðar politiskar semjur um, hvussu vit ynskja at skipa okkara fiskivinnu. 

- At lækka prosentini fyri miðsavnan kundi verið eitt ítøkiligt átak, men tað er greitt, at tað er trupult at finna semju um hetta – bæði í andstøðu og í samgongu, segði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jóhan Christiansen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #