Tak bara teg sjálvan tignarliga og hátíðarliga - men gloym so ikki at flenna
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tak bara teg sjálvan tignarliga og hátíðarliga - men gloym so ikki at flenna
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Svimjisamband Føroya: Um vikuskiftið skipaði Svimjisamband Føroya í samstarvi við Svøm Danmark fyri dómaraskeiði í SSF húsinum í Havn.

Tað vóru Søren Kobbernagel og Lars Frederiksen frá Svøm Danmark, sum undirvístu á skeiðnum.

24 sjálvboðin tóku grundskeiðið leygardagin og 11 sjálvboðin tóku grundskeiðið sunnudagin, harumframt vóru tað 13, sum tóku skeiðið sum startarar sunnudagin, og øll tey luttakandi báðar dagarnar stóðu royndina.

Svimjisamband Føroya fegnast um undirtøkuna, tí tørvur er altíð á hjálparfólkum at døma til svimjikappingar, og serliga nú oyggjaleikir verða í Føroyum komandi ár, har tørvur verður á nógvum hjálparfólkum.

Svimjisamband Føroya takkar fyri undirtøkuna og fyri eitt væleydnað skeið.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #