Í einum nýliga upptiknum innslagi av prátsendingini á YouTube «Piers Morgan Uncensored», gjørdist kjakið veruliga hvast.
Tað skriva fleiri altjóða miðlar, eitt nú Variety og The Independent.
Gesturin í sendingini, influensarin Harrison Sullivan (24 ár), elvdi eftir øllum at døma til rættiliga øsing.
Tað endaði alt við, at verturin sjálvur, Piers Morgan (60), stormaði úr studionum í vreiði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



