Lívið er tað sum hendir tær ímeðan tú ert upptikin av at leggja aðrar ætlanir
- John Lennon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lívið er tað sum hendir tær ímeðan tú ert upptikin av at leggja aðrar ætlanir
- John Lennon
Tónleikur

Tórshavnar jazz, fólka og blues festivalur: Komandi leygardag 4. juli kl. 13.00-16.00 verður stórt ókeypis barnatiltak í Tórsgøtu.

Perlupallurin er heitið á barnapallinum á Tórshavnar jazz, fólka og blues festivali, og her verða bæði konsertir til børn og við børnum, føroyskur barnadansur og tekno!  

Blátt Blás er heitið á fyrsta bólkinum, sum trínur á pallin. Hetta eru næmingar úr musikkskúlanum, sum spæla blues og jazz, improvisera og jamma, alt tey orka. Perlupallurin er nevniliga ikki bara til børn at lurta eftir tónleiki, men eisini teirra egni pallur!  

Tá ungu tónleikararnir hava spælt sína síðstu akkord, verður farið útum í perlutúnið til eitt sindur av Plantasjutekno. Saman við Supervisjón fara vit á eina rannsóknarferð inn í eina føroyska junglu av tónleiki gjøgnum tíðirnar. Øll verða eggjað til at lata seg í dansivinaligar skógvar, og at luttaka í fríum dansi og øðrum rørslum! Framførslan er stuttlig og fyri børn (og tey, sum enn minnast at hava verið børn).  

Pulsurin er nú komin upp, og øll eru klár til eina aðra ferð - eina eitt sindur róligari, men ikki minni stuttliga ferð út á HA-HA Oynna saman við vinfólkunum Haruni og Hamstaranum. Ein  hugnalig familjukonsert har vit hoyra sangir úr tónleikasøguni Ha-Ha oyggin og spælibarnatónleik kendur av Nósa plátuni.  

Og hvussu endar man allarbest eina veitslu í Føroyum? Jú tað ger man sjálvandi við at fara uppá gólv! Saman við góðum fólki úr Dansifelagnum í Havn og Tøkum Lætt verður trivið í nøkur barnavinalig kvæði, vísur o.a. Føroyskur barnadansur er tann perfekti endin til ein seinnapart við jazz, blues og tekno!  

Tiltakið fer fram í Perluni og uttanfyri! Alt er ókeypis - eisini kaffi og saft.  

Les meira á torshavnjazzfolkblues.carrd.co ella timin.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #