Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Astrið Breckmann, løgtingskvinna 
Svarari: Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum 
Evni: Strika MVG av føroyskum viku- og mánaðarbløðum

Spurningar:   
1. Hvør er grundgevingin fyri, at føroysk viku- og mánaðarbløð ikki eru fevnd av undantakinum frá meirvirðisgjaldi í § 12 í løgtingslógini um meirvirðisgjald, eins og tíðindabløð eru?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til at broyta løgtingslógina um meirvirðisgjald, soleiðis at føroysk viku- og mánaðarbløð eisini verða undantikin meirvirðisgjaldi?  

Viðmerkingar: 
Sambært § 12, stk. 1, litra h í løgtingslógini um meirvirðisgjald er søla av tíðindabløðum og prenting fyri tíðindabløð undantikin meirvirðisgjaldi. Hetta undantakið fevnir tó ikki um føroysk viku- og mánaðarbløð, eisini nevnd magasin.  

Nýliga var undirritaða á fundi við blaðið Kvinnu, har eigararnir greiddu frá, hvussu henda skipanin leggur eina óneyðuga fíggjarliga byrðu á útgávuna. Blaðið Kvinna, eins og onnur føroysk magasin, hevur stóran týdning fyri føroysku mentanina, føroyska málið og okkara sjálvsfatan. Blaðið framleiðir føroyskt tilfar, skjalfestur samtíðina og gevur rúm fyri søgum, kjaki og mentan á føroyskum. Tey geva okkum eisini møguleika at spegla okkum í okkara egna samfelagi og skjalfesta samtíðina, vit liva í, til komandi ættarlið at lesa og fáa innlit í.

Seinastu árini hava vit sæð ein álvarsaman blaðdeyða, og er hetta ein stórur missur fyri Føroyar. Tí áttu vit at skapt so góðar karmar sum gjørligt, so føroysk viku- og mánaðarbløð kunnu halda fram at koma út og mennast. Ein natúrligur liður í tí er at geva teimum somu treytir viðvíkjandi meirvirðisgjaldi sum tíðindabløðunum.

Tað hevði ikki kostað landskassanum stórvegis at veitt føroyskum feløgum, sum geva út viku- og mánaðarbløð, mvg-frítøku, tí nærum eingi føroysk viku- og mánaðarbløð eru í Føroyum. Fleiri hava roynt at geva út hesi bløðini í eina tíð, men gevast ofta aftur, tí upplagið í Føroyum er so lítið og mvg-byrðan lutfalsliga stór. Um fleiri viku- og mánaðarbløð komu aftur til lívs, gjørdust vit mentanarliga ríkari. 

Á Løgtingi, 11. august 2026 
Astrið Breckmann

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #