Eg síggi einki, hoyri alt, men lurti ikki eftir øllum
- hin blindi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg síggi einki, hoyri alt, men lurti ikki eftir øllum
- hin blindi

Uttanríkis- og Fiskimálaráðið: Í dag hitti Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, danska verjumálaráðharran, Jeppe Bruus, sum vitjar í Føroyum á fyrsta sinni.

Á fundi í Tinganesi umrøddu teir, hvussu verju- og trygdarsamstarvið millum Føroyar og Danmark kann styrkjast enn meira. Partarnir vóru samdir um, at virksemið í og kring Føroyar longu frá í ár verður økt stigvíst og í tøttum samstarvi við føroyskar myndugleikar.

Økta virksemið verður skipað sum eitt felags samstarv millum Føroyar og Danmark, har átøk verða framd, samskipað og eftirmett í samstarvi millum donsku verjuna og føroyskar myndugleikar, harímillum VØRN. Millum annað kann talan verða um felags venjingar, stuðul til NATO átøk í økinum, umframt hjávera av skipum og flogførum. Hetta fer at styrkja førleikarnar at tryggja eftirlit, tilbúgving og støðufesti í økinum.

- Í verandi trygdarpolitiska landslagnum er tað ein greið raðfesting at styrkja verju- og trygdarsamstarvið millum Føroyar, Danmark og okkara sameindu. Tí er tað eisini avgerandi, at avgerðir, sum viðvíkja Føroyum, verða tiknar í Føroyum, og at átøk, ið viðvíkja Føroyum, verða framd í tøttum samstarvi við myndugleikarnar í Føroyum, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður.

Umframt fundin í Tinganesi vitjaði verjumálaráðharrin Føroya Tele og á Sornfelli saman við landsstýrismanninum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #