Eg venji tíðliga um morgunin - áðrenn heilin uppdagar, hvat eg geri
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg venji tíðliga um morgunin - áðrenn heilin uppdagar, hvat eg geri
- ókendur
Lesarin skrivar

Í D&V í kvøld 9. apríl 2026 verður tikið fram úr nýggja samgonguskjalinum, at næstu tíggju árini skulu 8% av fíggjarlógini hvørt ár brúkast til íløgur.

Hetta svarar til umleið 700 mió um árið ella 7 mia. í tíggju ár.

Búskaparráðið sigur, at 5 mia. skulu brúkast til Suðuroyartunnil og 1½ mia. til Campus, og at so er onki eftir (½ mia) næstu tíggju árini til aðrar íløgur.

So eru útlit til langtíðarhaldføri heilt av skriðuni vegna Suðuroyartunnil og Campus.

Løgmaður sigur, at næstu tíggju árini skal 1 mia. setast í Suðuroyartunnil, harav 350 mió úr Íleggingargrunninum og restin av fíggjarlógini. Tað vil so siga 650 mió. í tíggju ár ella 65 mió. um árið.

Tí er nógv eftir av teimum 700 milliónunum árliga til allar møguligar aðrar íløgur og sostatt eru útlit til langtíðarhaldføri á góðari leið.

Eg undrist og staðfesti, at tað er ein heilt øgiligur munur á myndunum, sum verða málaðar.

Royters

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #