Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-019/2026 frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, um undirsjóvartunnil til Suðriar
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Stendur sitandi samgongu samd aftanfyri ta samtykt um Suðuroyartunnilin, sum farna landsstýrið legði fyri Løgtingið, og sum ein stórur partur av Løgtinginum samtykti 25. februar 2026?
2. Er landsstýrismaðurin vitandi um, um politiskar ella aðrar ætlanir eru um at fremja broytingar í samtyktu ætlanunum?
3. Veit landsstýrismaðurin at siga, hvussu gongst við fyrireikandi og projekterandi arbeiðinum, og um hetta gongur eftir ætlan?
4. Nær væntar landsstýrismaðurin, at lógaruppskot um Suðuroyartunnilin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
Svar til spurning 1 og 2
Landsstýrismaðurin fegnast um ta breiðu undirtøku, lógaruppskotið um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum fekk á løgtingi hin 25. februar 2026.
Tað er ongin ætlan at broyta lógina. Kósin er sett, tað skal vera fast vegasamband millum Suðuroy og meginøkið. Føroyingar skulu verða javnsettir og knýttir saman í einum veganeti. Tú skalt kunna búgva, arbeiða og virka um alt landið, og ferðast skjótt og trygt allastaðni.
Svar til spurning 3
Arbeiðið við at fyrireika Suðuroyartunnilin gongur eftir ætlan.
Forprosjektið til undirsjóvartunnilin er dagført, sum tilskilað í lógini, við millum annað at knýta Skúvoy í verkætlanina.
P/F Suðuroyartunnil hevur sent Landsverki umsókn um at góðkenna forprosjektið tann 21. mai 2026. Landsverk arbeiðir støðugt við málinum, saman við serkunnleika, um at góðkenna forprosjektið.
Tá Landsverk hevur góðkent forprosjektið, kann farast undir at prosjektera undirsjóvartunnilin.
Prosjekteringin er mett til at taka umleið 1 ár.
Forprosjektini fyri vegir og tunlar á landi verða eftir ætlan send Landsverki til góðkenningar í heyst.
Kanningar verða framvegis gjørdar av umhvørvisárinunum, sum standast av verkætlanini. Fágreiðingin verður vónandi liðug um árskiftið, og tá verður hon send Umhvørvisstovuni til víðari viðgerð.
Írestandi jarðfrøðiligu kanningarnar eru í gongd. Eitt nú eru boringar á Skálafjalli fyri nýggja Sandvíkartunnilin gjørdar, og boringar á Sandarfløttinum eru eisini gjørdar. Ein boring í sambandi við nýggja Skálavíkartunnilin gjøgnum Traðarhamar er í gongd. Harumframt ger Vikmar í løtuni ískoytiskanningar av havbotninum í Skúvoyarfirði og Suðuroyarfirði.
Svar til spurning 4
Verkætlanin skal fyrireikast liðugt og neyðug loyvi fáast til vegar. Síðani verður verkætlanin prosjekterað og bjóðað út.
Tá tilboðini eru komin inn, og neyvari greiða er fingin á, hvør kostnaðurin verður, fer landsstýrismaðurin, so skjótt tað ber til, at leggja lógaruppskot um at gera Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunlum og vegum fyri Løgtingið.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



