Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

At búgva í Suðurkorea má kennast sum at vera siamesiskur tvíburur.

Hin helvtin av tær er vápnavargur, spæligalin, drápsmaður, lygivætti og tjóvur.

Henda greinin er lutvíst søga, lutvíst 24/7/365 hjá miljónum fólkum í Norðurkorea.

Alt Korea er ein 220.000 km2 hálvoyggj (sum UK) úr Sibir suður móti Japan.

Demokratiska og kapitalistiska Suðurkorea er ímillum heimsins ríku lond.

Men sosialistiska og kúgaða Norðurkorea er millum heimsins fátækastu lond.

Hvørt einasta av heimsins 40 sosialistiskum londum hevur verið teirra vanlukka.

Suður og Norður stóðu á jøvnum føti í 1960, men síðan tá gekk skjótt upp og niður.

Suðurkorea er heimsins 15. fríasta land (USA nr. 25 og UK nr. 28).

Tað framleiðir nøkur av heimsins mest eftirspurdu topp ídnaðarvørum.

Norðurkorea er nr. 174 (av 197), t.e. ímillum heimsins mest kúgaðu lond.

Listin yvir sammetingar av londunum niðanfyri avdúkar munin týðiliga.

Eitt sindur av søgu
Keisaraveldið Japan legði tilafturskomna Korea undir seg sum hjáland í 1910.

Japanar súlundaðu Korea til 1945, so hvørki fólk ella fæ høvdu tuggu at eta.

Eftir kríggið býttu tey sameindu Korea (eins og Týskland) ímillum sín.

Sovjet tók ta størru, ráevnisríku norðaru, og USA ta lýggjaru sunnaru helvtina.

Millum krígslok og 1947 flýddu 5 mió fólk frá norðaru til sunnaru helvt.

Sum altíð ‘velja’ fólk í sosialistlondum til beins og flýggja frá kúgan til frælsi.

Tí búðu longu í 1947 21 mió koreanar í sunnaru og 11 mió í norðaru helvt.

Í 1949 vann CCP við Mao Tse-tung borgarakríggið í Kina, uttan á Taiwan.

Í 1950 eggjaðu Stalin og Mao Norðurkorea at leypa á Suðurkorea.

Kríggið noyddi USA til mótalop at bjarga Suðurkorea frá kommunismu.

Koreakríggið varaði frá 1950-1953 og kostaði 1 miljón koreansk mannalív.

Vápnahvíld býtti Korea í kommunistisk Norður- og demokratiskt Suðurkorea.

Markið er snórbeint eftir 38. breiddarstigi og ikki til at sleppa suðurum.

3 ættarlið av Kim-diktatorum
Norður- (Norðkor) og Suðurkorea (Suðkor) vóru líka blóðfátæk eftir Koreakríggið.

Suðkor fekk tó ongan stuðul, men verju frá USA ímóti fíggindanum fyri norðan.

Sovjet og Kina stuðlaðu Norðkor við vápnum og peningi at fáa gongd á búskapin.

Stalin og Mao settu ein kommunist, Kim Il-sung, til einaveldisharra í Norðkor.

So arvaði sonurin, Kim Jung-il, ‘ríkið’. Í 1990-unum svøltaðu 2 mió fólk í hel.

Mannfallið broytti ikki valdskipanina, og nú ræður triði Kim - Kim Jung-un.

Yngsti Kim avrættaðaði fasturmannin alment við loftverjukanón fyri landasvik.

So eitraði hann beiggjan av ótta fyri kapping frá hesum av fleiri brøðrum.

Dyrka Kim familjuna sum gudar
Henda blóðdálkaða familjan hevur stýrt Norðkor við harðari hond í 75 ár.

Sammett við umheimin hevur Norðkor lutfalsliga staðið í stað hesi 75 árini.

Talvan niðanfyri og video av harðræðinum í NK siga alt um reina sosialismu.

Kim-diktatorarnir hava brúkt fólksins blóðpengar til at framleiða atomrakettir.

Fleiri 100-túsund fólk eru fongslað av politiskum ávum í 3 ættarlið !!!

Norðkor er eitt av heimsins mest korruptu og harðrendu lond við botn livistøði.

Tí eru teirra hagtøl ikki at líta á og misbrúkt at villleiða síni egnu og umheimin.

Tey trý bakbeistini við Kim-eftirnavni hava verið dyrkaðir sum gudar.

Mao, Hitler og Hitler koma ikki Kim-unum upp á hálvan skógv sum skurgudar.

Alt, ið Kim-ararnir hava gjørt, sagt, skrivað ella nortið við, verður gjørt heilagt.

At hava at landsins ‘gudum’ er landasvik og revsað við upp til deyðadóm.

Vit hava 2024 í ár. Álmanakkin í Nprðkor byrjar í 1912, føðiárið hjá Kim Il-sung.

So bragdaði í SK av kapitalismu
Fyrst trúðu Vestanlond ikki, at nøkur vón var fyri Suðkor av fleiri grundum:

Ovurfólkað (2,5 x DK í vavi við 10 x fleiri fólkum) og tá við risa fólkavøkstri.

Suðkor livdi av landbúnað uttan náttúruráevni ella nýtíðar framleiðslutól.

Landið mátti hava sterka og dýra verju, men ongan kapital og uttan umsiting.

Við $ 80 í BTÚ pr íbúgva í 1960 hildu IMF og WB landið einki grundarlag hava.

Men so stuðlaði USA til frían búskap í Suðkor, fríum fleirflokka valum.

Ístaðin fyri at læra av Afrika, fór Seoul at læra seg vesturlendskan búskap.

Í dag er Suðkor heimsgitið fyri síni mongu 1. floks vørumerki. Nøkur teirra eru:

Hyunda, Kia, Samsung, LG Electronics, ymiskt hátøkni og heimskend brand.

Nú er miðal ársinntøkan $ 33.000, sum í Suðurevropa, 11-falt hægri enn í NK.

Norðkor eigur hop av rávørum, jarn, gull, kopar, blýggj, zink, grafitt, molybden.

Men einasti útflutningur er rávørur (mest kol) fyri $ 1,45 mia/kr, mest til Kina.

Norðkor er tðo so korrupt, at nógv av útflutninginum er ikki alment skrásettur.

Kommunistkina brúkar ráevnisríka Norðkor sum sína egnu námsvinnu.

Men útflutningurin hjá Suðkor er lidnar vørur fyri $ 96 mia, til øll heimsins lond.

Nøkur hagtøl fyri Suður- og Norðurkorea

                                     Suðurkorea                 Norðurkorea

Landaøki í km2:           100.000                        121.000 
Íbúgvatal í mió:            52                                 26
Miðal liviald, M/Kv        81/87                            71/76
Livi/pol frælsi, Nr.         15                                 176 (av 197 londum)
Korruptión, Nr:             37                                 171 (av 197 londum)    
Vegir (asfalt) km          111.000                        12.000
Longd av jarnbr. km    4.800                            7.400
Sivil flogvallir:               27                                 5
Framleiðsluorka:          1.189.511 GWt            73.698 GWt
Orkunýtsla:                   550.000 GWt               16.76 GWt
CO2 útlát p.a:               577 mió/t                      52 mió/t
Fastnet telef. mió:        22,8                               1,9            
Fartelefonir, mió          77,8                               6,0
BTÚ $ pr. høvd p.a.     33.000                          3.200
Privatbilar, mió:            25                                  0,5
Útflutningur, mia $       96 (= 600 mia kr)         1,5 (= 9 mia. kr = 70% av tí føroyska).

Tølini vísa úrslit eftir 75 ára sosialismu í Norðkor og 60 ára kapitalismu í Suðkor.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo