Donald Trump minnir um einaveldiskongar frá 17. og 18. øld, so sum Sólkongin, Ludvík XIV.
Tað sigur professarin og serfrøðingurin í altjóða politikki, Jo Jakobsen.
- Imperialistiskur, rasistur, megalomanur og narsissistur, hetta eru bert nøkur av orðunum, sum professarin á Deildini fyri samfelagsfrøði og stjórnmálafrøði á NTNU, Jo Jakobsen, brúkar um Donald Trump.
– Hann er farligari enn tey flestu halda, sigur Jakobsen við TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



