Fólk, sum halda seg vita alt, eru ikki til at halda út hjá okkum, sum vita alt
- Isaac Asimov

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fólk, sum halda seg vita alt, eru ikki til at halda út hjá okkum, sum vita alt
- Isaac Asimov
Tónleikur

Í dag er seinasti dagur á ársins Summar Festivali, og kvøldið bjóðar ellivu konsertir umframt undirhald og framførslur í Silvalandi.

Útlendska høvuðsnavnið á Vágsbø í kvøld er poppsangarin Andreas Odbjerg, sum ongantíð áður hevur framført í Føroyum. Hann fekk stórt gjøgnumbrot í Danmark fyri nøkrum árum síðani og hevur hittað við sangum sum "I morgen er der også en dag", "Hjem fra fabrikken" og "Stor mand". Odbjerg spælir klokkan 22:30.

Nógv hava glett seg til stóru comeback-konsertina hjá Faroe5 á Summar Festivalinum. Tær eru júst farnar at framføra aftur eftir langan steðg, og í kvøld spæla tær sína størstu konsert nakrantíð.

Føroyska tónleikadrotningin Annika Hoydal hevur konsert á Vágsbø klokkan 20 í kvøld.

Dagurin byrjar við familjukonsertini Øll Elska Disney, har føroyski sangarar tulka kendar Disney-sangir. Konsertin verður á Vágsbø klokkan 17.

Í kvøld framføra eisini Swangah, Steintór Rasmussen, Sakaris, Marius DC, Jakobina Ellingsgaard og Laila & Malan.

Silvaland hevur opið frá klokkan 14 til 19, og har undirhalda Angela & Hannibal í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #