Tann, sum ikki tímir at lesa, er líka fátækur í andanum sum tann, ið ikki dugir at lesa
- orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í dag var Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu gestur í Dagur&Viku. Evni var manglandi upplýsing um minkandi makrelkvotur. Jú tað hevur týdning.

Men fíggjarætlanin hjá Borgarstjóranum sjálvum, manglar væl meira enn, tað Løgtingsfíggjarlógin manglar.

Brúktar vóru gott 100 mió. til svimjihøllina, fram til ársenda 2024. Sáttmálaprísur uttan eykarokningar var 165 mió. Í fíggjarætlanini, sum kom áðrenn kommunuvalið vóru avsettar 30 mió.

Sostatt undirbudgetteraði dagsins gestur minst 35 mió. bara í svimjihøllini. Havandi í huga, at ársúrslitð í 2024 var 60 mió. undirskot, tó at upprunaliga var roknað við avlopi, so tykist dagsins innslag ikki sørt malplasera.

Hví KVF velur gest at læra Løgting og Landsstýri, sum ikki megnar at stýra kommunu, er ikki lætt at skilja.

Eg havi enntá ómakað mær at kunna KVF um sirkusi, men har tykist ikki verða evnir at skilja. Alternativt manglar vilji at skilja.

Forrestin spurdi eg eisini í Fíggjarmálaráðnum, uttan at fáa nakað svar sum kundi brúkast til nakað.

Sum Sofus segði: Hvussu skal tað verða, tá blindur leiðir blindan.

Eivind Jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo