Tað er ein løta, sum ongi foreldur eru fyrireikað til. Tað, sum skuldi vera ein byrjan við gleði og vón, verður brádliga fylt við spurningum, óvissu og tungum tankum. Tá eitt barn verður føtt við breki ella álvarsligari sjúku, vendist lívið á høvdið.
Í hesum løtum eiga foreldur ikki at standa einsamøll.
Vit vita, at eitt gott og vælvirkandi almannaverk skal vera til staðar fyri tey, ið hava tørv á hjálp. Men hjálpin skal ikki vera fjald í skipanum og oyðubløðum. Hon skal møta familjuni beinanvegin – við greiðum upplýsingum, vegleiðing og menniskjansligari umsorgan.
Eg vil arbeiða fyri, at hetta verður veruleiki.
Tá diagnosan verður givin, skal eisini hjálpin verða givin. Foreldur skulu fáa greiða vegleiðing um allan tann stuðul, tey hava rætt til – frá fyrsta degi. Tey skulu ikki sjálvi leita í blindum, spyrja runt og fylla út oyðubløð, tey ikki vita finnast.
Tí í eini av lívsins tyngstu løtum er tað ikki umsiting, tey hava tørv á. Tey hava tørv á hjálp. Tørv á nærveru. Á einum samfelagi, sum stendur við teimum. Og hesum vil eg arbeiða fyri.
X við Fróða Hammer
Valdið til fólkið
– Vel Fólkaflokkin 26. mars
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



