Eg elski valdystir.
Tað er nakað serligt við teimum.
Politikkur verður sjónligur, orð fáa týdning, og valevni vísa, hvørji tey eru. Tað er eisini spennandi at eygleiða, hvussu tey føra seg fram.
Fyri nógv valevni er tað natúrligt at vísa til sítt arbeiði. Ein pedagogur tosar um námsfrøðiliga øki, ein lærari um skúlan, ein lækni um heilsuverkið. Tað er púra í lagi. Politikkur hevur tørv á fólki, sum kenna veruleikan úr arbeiðslívinum.
Men tað er eitt mark, sum eigur at virðast.
Tað er munur á at tosa um sítt fak – og at brúka sítt arbeiði sum prógv um, hvussu góður ein sjálvur er sum yrkisfólk.
Tá valevni byrja at vísa fram sítt dagliga arbeiði sum eitt slag av politiskari sjálvsframsýning, flytur kjakið seg. Tá snýr tað seg minni um politiskar hugsjónir og meira um persónliga framvísing. Og tað ger politiska rúmið veikari.
Hetta er serliga viðbrekið í yrkjum, sum arbeiða við børnum og ungum. Pedagogar og lærarar arbeiða í einum álitsrúmi. Har er ein etisk ábyrgd. Arbeiðið snýr seg um menniskju, sum ikki sjálvi hava valt at vera partur av einum politiskum samskifti.
Eg havi nýliga sett gongd á eitt kjak í Danmark um nakað tað sama. Í politiska kjakinum í Danmark í løtuni síggja vit valevni brúka egnu børn – ella børn hjá kenningum – í myndum og frásagnum fyri at vísa nærleika og trúvirði. Men spurningurin er einfaldur: eiga børn at vera partur av einum politiskum boðskapi?
Børn hava ikki tilvitað valt at vera partur av einum valstríði.
Her kann Hannah Arendt hjálpa okkum at hugsa klárari. Hon gjørdi eitt týðiligt mark millum tað privata og tað politiska rúmið. Politikkur eigur at vera eitt felags rúm, har borgarar møtast sum javnlíkar og kjakast um samfelagið. Tá privatir leiklutir og relatiónir verða brúktir sum politisk framvísing, verður markið ógreitt.
Tað merkir ikki, at valevni skulu tiga um síni fakøki. Tvørturímóti. Faklig vitan ger politiska kjakið sterkari.
Men tað er ein einfald regla, sum hevði gjørt valdystir bæði greiðari og virðiligari:
Tosa fegin um títt fak. Men lat arbeiðsplássið, børnini og arbeiðsrelatiónirnar sleppa undan at verða politisk valplakat.
Politikkur hevur tørv á fakligari vitan. Men hann hevur eisini tørv á mørkum.
Jóhannes Miðskarð,
PhD
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



