Eg havi altíð havt eina eldsál til mentan og list. Eg hevði eitt brennandi ynski um at vera myndlistalærari.
Men tað bleiv ikki mín leið í Føroyum. Tí tað vóru eingin sum valdu ta lærugreinina á læraraskúlanum, og tískil fekk eg ikki tað undirvísingina.
Tað vísir seg, at á summum fólkaskúlum, er hetta ikki ein lærugrein, ið næmingar hava áhuga fyri.
Hetta drýssar so aftur á fólkaskúlan. Alt ov fá hava fingið tað linjuna á læraraskúlanum og tískil verður ein tilvildarligur lærari settur til hetta, sum kanska ikki hevur tað neyðugu lærdómin.
Tá lærarin ikki er eldhugaður, verður lærugreinin ikki kveikjandi fyri næmingin – og so byrjar ónda ringrásin.
Næmingurin velur ikki lærugreinina á framhaldsdeildini, og hevur hann ikki tað í framhaldsdeildini, ja so velur hann heldur ikki lærugreinina á miðnám og síðan sæst tað aftur á læraraskúlanum.
Hetta er harmiligt. Tí um myndlistin kann nakað, so er tað at vekja ans og geva næminginum eina fatanarkenslu, sum styrkir hugleiðing. Hendan lærugreinin er eitt framhald av øllum øðrum lærugreinum. Tíbetur fekk eg tónleik á linju. Akkurát. Vit vóru til endans 5, ið valdu tónleik.
Hví eru tær kreativu lærugreinarnar ikki settar á sama støði sum til dømis føroyskt og rokning?
Tað eru ikki øll, ið læra á sama hátt, og eru hesar lærugreinar eisini ein dyggur stuðul til allan skúlan.
Eisini veit eg av royndum, at ímillum hesar næmingar er ein listamaður/kvinna, tónleikari, handverkari, sjónleikari, sniðgevi og dansari.
Um tey ikki hava atgongd til hetta heimanífrá, hvussu kunnu tey vita, at tey hava hesi evnir?
Tað er okkara uppgáva at geva teimum møguleikan at royna seg. Um hetta ikki blívur teirra lívsleið burturav, so er hetta ein almenn mentan, ið tey fáa gleði at restina av teirra lívi.
Ætlanin við fólkaskúlanum má endurskoðast - øll skulu ikki verða akademikarar.
Handaligu útbúgvingarnar skulu gerast minni bókligar, soleiðis at hugflogið kann mennast. Førleikar eru ymiskar. Og tí er tað okkara skylda at menna allar – ikki bara teir bókligu.
Ein heildarætlan, sum endurskoðar raðfestingarnar í fólkaskúla frálæru, skal gerast – fólkaskúlin skal stimbra allar eginleikar.
X við Kristinu Djurhuus
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



