Lívið er tað sum hendir tær ímeðan tú ert upptikin av at leggja aðrar ætlanir
- John Lennon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lívið er tað sum hendir tær ímeðan tú ert upptikin av at leggja aðrar ætlanir
- John Lennon
Bøkur

ókadeild Føroya Lærarafelags: Kunnu bókmentir lofta og seta orð á truplar støður? Sunnukvøldið 5. juli kl. 19 skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri tiltaki í Reinsarínum í sambandi við útgávuna av myndabókini Surr, sum Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt.

Tóra Petersen, sálarfrøðingur og stjóri í Sernámi, hevur samrøðu við Dánial Hoydal og Anniku Øyrabø um at vera øðrvísi, hava nógvar tankar og vera kreativ. Hvussu viðgera vit trupul evni í barnabókum? Eitt tónleikainnslag er eisini á skránni.

Surr er ein vøkur søga um eina gentu, sum kennir seg øðrvísi og hevur ilt við at savna tankarnar í skúlanum og heima. Teir surra sum vespur. Men hon dugir at tekna sum ongin annar. Tá hon teknar, gerast vespurnar til firvaldar. Bókin er til børn uml. 6-8 ár.

Surr er triðja myndabókin, sum Dánial og Annika hava gjørt saman. Felags fyri allar er, at tær viðgera trupul evni. Abbi og eg og abbi (2021) snýr seg um demens, og Strikurnar (2022) snýr seg um angist og sorg.

Allar bøkurnar vera til sølu fyri serprís, og barrin verður opin, har til ber at keypa sær okkurt heitt ella kalt at drekka.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #