Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Politikkur

Hvussu ber tað til, at vinnulívsmenn regluliga leggja trýst á Løgtingið um at føra planbúskap?! Altso vinnulívsmenn, sum sjálvir fáa sítt livibreyð á tí fría marknaðinum!

Hesin stubbin var at lesa í Sosialinum tann 26. juni 2026:

Spurdur, um tað ikki er í lagi, at elbilar tá verða javnsettir við bensin- og dieselbilar, svarar formaðurin í Bilasølufelagnum:

– Eg vil ikki siga, at bilarnir tá verða javnsettir, tí so høg avgjøld á elbilar fara at gera, at teir ikki verða bíligir.

Og tá teir frammanundan eru dýrari at framleiða, verður prísurin hægri enn á vanligum bensin- og dieselbilum.

Eg øtist við slíkar útsagnir. Elbilurin er dýrur at framleiða, og tí skal elbilurin hava sertreytir framum aðrar bilar, sum eru “bíligir” at framleiða. Hvussu hongur hetta saman?

Hví skal Løgtingið so ikki eisini fara inn og gera aðrar vørur, sum eru dýrar at framleiða, bíligari? Til dømis við at stuðla Dubai sjokulátu, soleiðis at føroyingar kunnu eta hesa heldur enn bíliga First Price sjokulátu ella Cadbury sjokulátu.

Fyri mær er lítil ella eingin munur á, at staturin avger, hvat skal framleiðast – ella keypast – í einum landi, og at staturin fer inn og manipulerar prísin á ávísum vørum. Hetta eru tvær loysnir við sama endamáli.

Planbúskapur hevur ongantíð riggað og fer heldur ongantíð at rigga. Hetta var ein av høvuðsorsøkunum til, at Miðflokkurin legði trýst á at javnstilla allar bilar í Føroyum.

Harfrá kunnu vit síðani taka orðaskiftið um tað sum heild er ov dýrt at keypa bil í Føroyum ella ikki.

Steffan Klein Poulsen,
formaður Miðfloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #