Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

"Tað er strævið at vera lítil".

Orðini mynda yvirskriftina og ganga eisini aftur í greinini fleiri ferðir, tá miðilin Flightglobal.com hevur samrøðu við stjóran í Atlantic Airways, Jóhonnu á Bergi.

- Stórsta avbjóðingin er, at tað er trupult at vaksa á einum lítlum heimamarknaði. Og tað er dýrt at vera lítil, sigur Jóhanna á Bergi, og vísir eitt nú á, at krøv um trygd og "compliance" ikki eru minni hjá einum lítlum flogfelag enn hjá einum stórum, sum hevur fyrimunir av at kunna spjaða útreiðslurnar út á størra virksemið.

Tað er og verður ferðavinnan, sum er lykil til vøksturin, sigur Jóhanna á Bergi millum annað við miðilin.

Les alla viðtaluna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo