Hvat er menniskjans fremsta skylda? Jú, at vera trúgv/ur móti sær sjálvum
- Henrik Ibsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hvat er menniskjans fremsta skylda? Jú, at vera trúgv/ur móti sær sjálvum
- Henrik Ibsen
Politikkur

Tað hendir okkurt hvørja ferð eitt flogfar lyftir úr Vágum, ella eitt skip fer av landinum við føroyskari manning. Tað eru ikki bara fólk, ið fara avstað til arbeiðis — tað eru førleikar, royndir og eina heila yrkismentan, ið ferðast út í heim. Og hvørja ferð tey koma aftur, hava tey við sær meira enn eina lønarseðil. Tey bera við sær nýggja vitan og styrktar førleikar.

Útisiglarar og onnur arbeiðsmegi uttanlands hava altíð havt týdning fyri føroyska samfelagið og føroyska búskapin. Men tað, sum kann vera torført at máta í tølum, er tað, sum veruliga eigur størstan týdning: teirra íkast til førleikamenning, arbeiðslag og ta mentan, sum ger føroyska arbeiðslívið bæði fjølbroytt og kappingarført.

Í Føroyum eiga vit at sláa rimmar fast: at fólk, ið arbeiða uttanlands, skulu kenna seg vird og vælkomin í Føroyum. At vit eru takksom fyri teirra íkast — ikki bara til búskapin, men eisini til tað førleikagrundarlag, sum alt landið stendur á.

Hetta er ikki bert ein vinnuligur spurningur. Hetta er ein søga um fólk, ið bera Føroyar við sær út í heim, og sum koma aftur við styrki og førleikum, vit øll kunnu liva av. Tað eigur altíð at verða tikið í størsta álvara.

Ólavur í Geil úr Miðflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #