Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tað einasta sum er verri er alternativið
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tað einasta sum er verri er alternativið
- Winston Churchill
Politikkur

Ynskja fólk sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi, skulu tey sjálvi rinda 60 % av upphæddini, meðan Heilsutrygd rindar 40 %. Borgarin rindar sostatt sjálvur 632 krónur.

Tað er gleðiligt, at vit hava eina stuðulsskipan, men 632 krónur fleiri ferðir kunnu gerast nógvir pengar hjá summum, og tað er óheppið, um fíggjarviðurskifti forða fyri, at fólk leita sær neyðugu hjálpina.

Eitt ávíst egingjald kann virka motiverandi í mun til at taka ímóti hjálp og fáa nakað burtur úr henni, men egingjaldið kundi við tíðini verið broytt, soleiðis at Heilsutrygd rindar 60 % og borgarin sjálvur 40 %.

Tað skal ikki vera neyðugt við einari diagnosu fyri at fáa hjálp
Eisini er tað óheppið, at bert diagnosurnar ótti og tunglyndi geva atgongd til ókeypis sálarfrøðiliga hjálp.

Hóast fólk flest onkursvegna kenna seg aftur í hesum báðum kassum, so er skjótt, at fólk enda júst í hesum kassum, tí teimum tørvar hjálp, og hetta eru einastu kassarnir, ið tey kunnu brúka.

Betri hevði verið, at skipanin ikki var so tongd at diagnosum, men lagað soleiðis, at ung og vaksin, ið onkursvegna stríðast í lívinum og ynskja sálarfrøðiliga hjálp, kundu fingið hesa hjálp – uttan endiliga at skula hava eina diagnosu.

Hjálpin kundi verið veitt við einum egingjaldi. Diagnosur eru í síni heild atferðareyðkenni og ikki endiliga biologiskt staðfestar.

Sambandið millum umhvørvi og genetikk er trupult at greina, og tað ber ikki til at tulka atferðina hjá fólki óhefta av tí lívi, tey hava livað, og teimum kontekstum, tey eru partar av.

Vit eiga at duga betur at hjálpa øllum børnum, ungum og vaksnum. Tað eigur ikki at vera neyðugt við einari diagnosu fyri at fáa røttu hjálpina. 

Betri hjálp til at leggja av at taka psykiatriskan heilivág 
Vit kundu endurskoðað ávísar mannagongdir í mun til at hjálpa fólki at sleppa av við psykiatriskan heilivág.

Nógv sløg av psykiatriskum heilivági eru sera bindandi og kunnu geva abstinenssymptom og onnur hjáárin, og viðgerðin kann tí vera sera trupul at koma burturúr.

Um fólk fegin vilja halda uppat at taka psykiatriskan heilivág, og læknin metir hetta vera ráðiligt, eiga fólkini at fáa røttu hjálpina til tess.

Birita Lamhauge Jóansdóttir
Valevni fyri Fólkaflokkin
Valdið til fólkið
– Vel Fólkaflokkin 26. mars

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #