Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies
Krutl

Í morgin verður hvassur vindur millum útsyning og landsynning, eitt skifti seinnapartin uppí skrið, tá fer eisini at regna illa, fyrrapartin tó møguleiki fyri sólglottum, hitin 10-12 stig.

Týsdagin kemur hann høgt, mest avs landnyrðingi, sólin sær og frá á middegi og fram verður turt, hitin 10-12 stig.

Mikudagin verður góðveður, ein ond av ymsum ættum, sólin sær og hitin um 10 stig.

Hósdagin frískur vindur av landsynningi, samdrigið fyri tað mesta og okkurt æli, hitin um 12 stig.

Fríggjadagin strúkur í vindi av lágari vesturætt, mest turt og hitin um 11 stig.

Næsta vikuskifti verður mest lágætt og sunnudagin fer at regna. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #