Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Tænastuboð til Búnaðarstovuna
Spurningar:
1. Metir landsstýrismaðurin, at tænastuboðini til Búnaðarstovuna um at taka seg úr málinum um smoltstøðina hjá Bakkafrosti í Skálavík vóru lóglig og saklig?
2. Um ja, hvørjar sakligar grundgevingar vóru fyri at geva boðini?
3. Freistin at fremja tænastuboðini frá landsstýrismanninum var einans hálvan annan tíma. Er tað ein rímilig freist?
4. Hvar liggur málið nú?
Viðmerkingar:
Fríggjadagin 29. mai kl. 13.31 gav landsstýrismaðurin í vinnumálum aðalstjóranum tænastuboð. Aðalstjórin skuldi geva Búnaðarstovuni boð um, at taka seg úr málinum um smoltstøðina hjá Bakkafrosti í Skálavík áðrenn kl. 15.00 sama fríggjadag. Altso skuldi tænastuboðini fremjast uppá hálvan annan tíma.
Hesum greiðir Frihedsbrevet.fo frá 10. juni í ár í greinini “Stríðið um vatnið til Bakkafrost: Landsstýrismaðurin gav tænastuboð og tók tey aftur”.
Frihedsbrevet.fo skrivar víðari, at orsøkin til tænastuboðini frá landsstýrismanninum er, at advokaturin hjá festaranum í málinum ein hálvan tíma áðrenn hevur skrivað til beinleiðis til landsstýrismannin um málið. Altso uml. kl. 13 hendan sama fríggjadag.
Landsstýrismaðurin liggur á ikki á boðunum, men sendi aðalstjóranum tænastuboð ein hálvan tíma seinni.
Búnaðarstovan ger tó ikki eftir tænastuboðunum frá landsstýrismanninum. Í staðin kannar Búnaðarstovan lógligheitina í tænastuboðunum. “Í tí metingini stendur, at tey ivast stórliga í lógligheitini av tænastuboðunum.”, siterar Frihedsbrevet.fo stjóran á Búnaðarstovuni fyri at siga.
Endin er eisini tann, at landsstýrismaðurin bakkar. Týsdagin 2. juni sendir aðalstjórin Búnaðarstovuni kontraboð og biður tey síggja burtur frá harraboðunum, sum vóru send fríggjadag seinnapart. Orsøkin verður endurgivin í Frihedsbrevet.fo: “Vinnumálaráðið hevur nú havt stundir at viðgjørt málið neyvt, og er tað okkara meting, at tað ikki er heimild at geva boðini.”
Á Løgtingi, 5. august 2026
Liljan Weihe
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



