Fyri fimm árum síðani í dag fall Kabul í hendurnar á Taliban. Eftir nærum 20 ára kríggj tóku islamistisku stríðsmenninir høvuðsstaðin, meðan desperatir afganar royndu at sleppa umborð á evakueringarflogfør.
Tað varð ein kaotisk og eyðmýkjandi endi á tveimum áratíggjum við vesturlendskum kríggi í Afghanistan. Sendistovur lótu aftur, diplomatar vórðu fluttir burtur, og Evropa noktaði at viðurkenna Taliban sum lógligu stjórn landsins.
Nú, fimm ár seinni, vil Taliban hava hvíta flagg sítt vundið á stong við afgansku sendistovuna í Berlin.
Týskland viðurkennir framvegis ikki Taliban-stýrið formliga. Men í veruleikanum hevur rørslan fingið fótin inn um dyrnar.
Orsøkin er týska ynskið um at senda fleiri avvístar afganar heim. Skal tað bera til, má onkur taka ímóti teimum – og síðani august 2021 hevur tað verið Taliban.
Tí fór týska stjórnin í fjør undir beinleiðis samráðingar við stýrið í Kabul. Afturfyri at taka ímóti heimsendum afganum fekk Taliban loyvi at seta síni egnu fólk inn á afgansku diplomatisku umboðini í Týsklandi.
Úrslitið er, at Týskland hevur tikið upp aftur útvísingarflogførini til Afghanistan. Men samstundis hevur Taliban vunnið ein diplomatiskan sigur.
Sambært týska ARD hevur Taliban-umboðið í Bonn tikið leiðsluna á aðalkonsulátinum, meðan Taliban í Berlin í veruleikanum stýrir sendistovuni.
Týskland er sostatt fyrsta ES-landið, har Taliban de facto hevur leiðsluna á einari afganskari sendistovu.
Nú vil stýrið eisini hava symbolini upp á pláss. Kabul krevur, at gamla svart-reytt-grøna flaggið verður tikið niður og skift út við hvíta Taliban-flaggið við muslimsku trúarjáttanini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



