Tað gekk framúrskarandi væl hjá føroyska kórinum Tarira undir leiðslu av Bernharði Wilkinson í kvøld, tá ið allar virðislønirnar vóru avdúkaðar til finalu-handanina á Kalamata International Choir Competition and Festival.
Tarira vann fyrsta pláss fyri blandað kór í kategori A1, ovasta torleikastig, og annað pláss í kategori 'sakralur tónleikur', somuleiðis á ovasta torleikastigi.
Harumframt fekk Tarira eina heilt serliga virðisløn fyri 'stylistically outstanding interpretation' fyri renessansu verkið Laudibus in sanctis eftir William Byrd.
- Vit høvdu kensluna av at tað gekk væl til framførslurnar, men at vit fóru at fáa bæði fyrsta pláss, eitt annað pláss og eina serliga virðisløn høvdu vit ikki torað at droymt um. Heili 38 kór úr 16 londum luttóku og støði var sera høgt, so vit eru heilt ótrúliga glað og stolt, og halda at vit hava umboðað føroyskan kórsang á besta hátt, sigur ein sera fegin forkvinna, Píl Reinert.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



