Spenningurin er í hásæti í griska býnum Kalatata, nú føroyska kórið Tarira undir leiðslu av Bernharði Wilkinson er komið víðari til stóru Grand Prize kappingina í Kalamata International Choir Competition and Festival.
Tarira hevur luttikið í tveimum kategorium og hevur kappast ímóti 36 kórum úr 16 ymiskum londum úr øllum heiminum. Tarira hevur framført sjey ymisk verk, m.a. nútímans verk eftir griska tónaskaldið Panagiotis Theodossiou og eitt nýtt verk eftir føroyska tónaskaldið Tróndur Bogason til yrking úr Svørt Orkidé eftir Vónbjørt Vang.
Stóra finalan, har alt verður avgjørt, verður sunnudagin 11. oktober kl 14.30 og seinni um kvøldið fæst at vita, hvør vinnur ymisku kategoriirnar umframt, hvør høvuðsvinnarin av øllum verður á altjóða kórkappingini.
- Vit eru sera spent og eisini ovfarin, at vit eru komin so langt, tí støðið er sera høgt, sigur ein ovurfegin Píl Reinert, forkvinna fyri Tarira.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



