Dirvi er at vera bangin, men saðla rossið kortini
- John Wayne

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Dirvi er at vera bangin, men saðla rossið kortini
- John Wayne
Tiltøk

Team Rynkeby Føroyar: Leygardagin 19. september kl. 15.00 verður almenn kekkhandan í Aulini í Eysturskúlanum, tá Team Rynkeby Føroyar setur punktum fyri súkkluárinum 2025/2026.

Á hátíðarløtuni verður ársins innsavnaða upphædd handað teimum felagsskapum, sum Team Rynkeby Føroyar stuðlar. Team Rynkeby er eitt vælgerandi endamál, sum savnar pening inn til gransking og stuðul til børn við álvarsligum sjúkum og familjur teirra.

Hátíðarløtan verður samstundis høvi at líta aftur á eitt hendingaríkt ár og takka øllum teimum, sum á ymiskan hátt hava stuðlað og verið partur av arbeiðinum hjá Team Rynkeby Føroyum.

Á skránni verða røður og tónleikur, umframt at ársins innsavnaða upphædd verður kunngjørd og handað.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hátíðarløtuna í Aulini í Eysturskúlanum leygardagin 19. september kl. 15.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #