Senatorurin í Texas, Ted Cruz, fer væntandi at stilla upp til forsetavalið í 2028. Í loyniligum upptøkum finst hann hvassliga at bæði sínum forseta og varaforseta.
Republikanarin kallar varaforsetan JD Vance fyri “Tucker Carlson’s marionett”, vísa ljóðupptøkur, sum heimasíðan Axios hevur fingið.
Upptøkurnar, sum eru næstan tíggju minuttir langar, vórðu gjørdar á privatum fundum við stuðlar í 2025.
“Tucker skapti JD. JD er verji hjá Tucker, og teir eru eitt og tað sama,” sigur Cruz í upptøkunum.
Í upptøkunum ávarar senatorurin eisini um, at tollurin hjá Trump kann oyðileggja búskapin og senda Trump til ríkisrættin – fyri triðju ferð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



