Fjarskiftiseftirlitið: Tá vit ferðast á internetinum, verða vit ofta møtt við boðum um at prógva, at vit ikki eru robottar, t.d. við at velja allar teigar við súkklum ella gonguteigum. ClickFix útnyttar hetta við at geva brúkaranum boð um at prógva at brúkarin ikki er ein robottur við at trýsta á nakrar ávísar knøttir á knappaborðinum.
ClickFix álop verða nógv nýtt av teldusníkum til at stjala loyniorð og aðrar innritanarupplýsingar, sum brúkarin kann hava goymt í sínum internetkaga. Haraftrat verður ClickFix ofta nýtt til at stjala sonevnd “session cookies”, sum eru upplýsingar, sum teldusníkurin kann nýta til at innrita sum brúkarin á heimasíður og aðrar internettænastur, uttan at kenna loyniorðið til hesar tænastur.
ClickFix er sostatt eitt ógvuliga vandamikið álop, sum kann hava stóra ávirkan á brúkaran.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



