- USA kemur at tosa við okkum tá tey hava ein svartan forseta og heimurin hevur ein latín amerikanskan páva
- Fidel Castro 1973

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- USA kemur at tosa við okkum tá tey hava ein svartan forseta og heimurin hevur ein latín amerikanskan páva
- Fidel Castro 1973
Politikkur

Eg havi fingið nógvar spurningar um tað, eg havi sagt um politiskt islam – islamismu. Fleiri halda meg rætt og slætt hava eina “fobi”. Altso ein sjúkligan ótta fyri nøkrum, sum ikki er nakað at óttast.

Í fleiri kjaksendingum verður tað sama sagt – at eg skal líða av “islamofobi”.

Her er eitt svar undir einum til allar spurningarnar.

Høvuðsboðskapurin er, at tey, sum halda islamismuna vera vandaleysa, ikki vita, hvat tey tosa um.

Eg veit, at tað ljóðar arrogant. Orsakið fyri tað. Men eg kann ikki siga tað øðrvísi. Tí tað er so. Og her greiði eg frá hví.

Hetta er verðins longsta valvideo – men eg NOYÐIST at forklára nøkur ting, og tað tekur eina løtu.

Og hetta hevur altso stóran týdning. Eisini fyri Føroyar og føroyingar.

Ert tú samd/ur, ert tú vælkomin at deila hetta video.

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #