P/F Thor í Hósvík hevði eitt avlop á smáar 88 milliónir krónur í 2025. Tað er ein framgongd samanborið við 2024, tá avlopið var 80 milliónir krónur.
Inntøkurnar hjá samtakinum vóru 458 milliónir krónur, móti 446 milliónum krónum í 2024. Rakstrarúrslitið áðrenn rentur, skattir og avskrivingar, EBITDA, var 156 milliónir krónur, samanborið við 163 milliónir árið fyri. Rakstrarúrslitið áðrenn fíggjarligar postar lækkaði úr 109 milliónum niður í 100 milliónir krónur.
Leiðslan sigur, at góða úrslitið lutvíst stavar frá sølu av einum skipi, sum hevði verið útleigað, umframt vinningi í sambandi við endaliga uppgerð av leasingavtalu.
Fiskivinnan vaks nógv í 2025. Inntøkurnar frá hesum økinum vóru 301 milliónir krónur, móti 210 milliónum árið fyri. Hinvegin lækkaðu inntøkurnar frá offshore-virkseminum úr 234 milliónum niður í 153 milliónir krónur.
Eginognin hjá samtakinum var 454 milliónir krónur við árslok, meðan samlaðu ognirnar vóru 771 milliónir. Samlaða skuldin var 314 milliónir krónur. Tryggleikin, ella solvensurin, var 59 prosent, móti 51 prosentum árið fyri.
Í miðal vóru 319 starvsfólk í samtakinum í 2025, sjey fleiri enn árið fyri. Starvsfólkakostnaðurin var 141 milliónir krónur.
Leiðslan væntar, at umsetningurin í 2026 verður á leið tann sami sum í 2025, og at úrslitið verður nøktandi. Flestu offshore-skipini hava langtíðar sáttmálar, meðan eftirspurningurin eftir offshore-tænastum verður mettur at halda fram í 2026.
Felagið skjýtur upp at rinda eina millión krónur í vinningsbýti.
Hans Andrias F. Kelduberg er stjóri í Thor.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



