Flogvit er 1% viðføtt og 99% bit og slit
- Thomas E. Edison

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fyrsti ársfjórðingur í 2025 royndist væl hjá Føroya Banka-samtakinum, sum í dag kunnger roknskapin fyri ársins fyrstu tríggjar mánaðir. Avlopið gjørdist 61 mió. kr.

Í gjárkvøldið kom Rescue Lív aftur frá skipasmiðjuni SwedeShip í Svøríki

Fyrsta fráboðanin um hendingina kom til løgregluna klokkan 17.04 lokala tíð. Sambært SVT, Expressen og Aftonbladet eru fleiri deyð eftir skothending í Uppsala

Gadus hjá JFK samtakinum í Klaksvík er fyrsta fiskifarið í føroyska skipaflotanum, sum fær løggilding, ið tryggjar, at 100% av fiskinum fer til matna

Heimsheilsustovnurin, WHO, markar á hvørjum ári evropeiska koppsetingarviku, European Immunization Week, fyri at gera vart við, hvønn týdning koppseting hevur fyri at fyribyrgja sjúku og verja lív

KJ sum er ein av størru maskinteknisku fyritøkunum í Føroyum og hevur sína høvuðsdeild á Kambsdali hevur í dag keypt fyritøkuna Pomek í Klaksvík

- Góði Jakku. 23. apríl var tín fjørður rógvin. Eg eigi ikki longur mín elsta beiggja her á foldum

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu frá borgara um, at Løgmálaráðið einki ger við eina kæra frá honum um kommunuvalið í Runavíkar kommunu

- Ársúrslitið fyri 2024 gjørdist 49,6 milliónir krónur í avlopi eftir skatt, samanborið við 127,9 milliónir krónur í 2023

Bent Flyvbjerg, professari í Oxford og á KT- universitetinum í Keypmannahavn, hevur síðani í 90’unum granskað í, hví tað so oftani kemur fyri, at stórar verkætlanir ikki ganga sum ætlað, bæði í tíð, kostnað og nyttu

Stórar verkætlanir hava ofta trupulleikar við at halda tíð og kostnað. Bent Flyvbjerg, ið er granskingarleiðari innan verkætlanarleiðslu, vísir í síni bók ”How big things get done” á vandar í stórum verkætlanum

Herviligur eldur er tætt við Victoria station í London, skrivar Metro

Fleiri økir í Grønlandi mistu atgongdina til týðandi fylgisveina tænastur sum geva internet- og telefonsamband

Tað er áleið tað sama sum árið fyri

Eitt óhapp í servararúminum hjá Kringvarpinum hevur ført til, at ávísar tænastur ikki eru tøkar í løtuni. Hetta merkir millum annað, at tað ikki ber til at síggja sendingar, skrivar KVF

750.000 kundar hava fingið streymin aftur í Portugal, sigur elveitarin REN. Tað skrivar AFP

Streymslitið í Portugal og Spania komst av einum feili í spanska elnetinum "í sambandi við eitt serligt lofthavsórógv"

Sendingin lýsir fleiri tættir í sambandi við verkætlanina, eitt nú hvussu tað ávirkar umhvørvið, har sum tunnilin kemur upp, hvussu trygdarstøðið er í tunlinum, og hvussu tað ávirkar okkara búskap at gera eina so stóra íløgu

Stórur partur av Spania, Portugal og eisini í Fraklandi, er uttan streym

Leygardagin 26. apríl hevði Heilsurøktarafelagið aðalfund

Ísrael kemur undir varandi trýst í vikuni í hægstarætti hjá ST, tá advokatar úr fleiri enn 40 londum fara at siga, at forboðið hjá landinum móti øllum samstarvi við palestinska ST-stovnin, Unrwa, er brot á ST-sáttmálan

22 tatovørar úr øllum heiminum og 1 piercari eru spent upp á at prýða føroyskar kroppar við vøkrum listaverkum

Bjarne Corydon gevst sum ábyrgdarblaðstjóri í Børsen og verður nýggjur aðalstjóri í DR

Hetta er á sama støði sum í mars í fjør. Arbeiðsloysið er lægri hjá kvinnum, og Sandoyar øki hevur lægsta arbeiðsloysi

Ringa veðrið, tungur sjógvur og stabiliteturin hjá skipinum gjørdu, at línuskipið Kambur sakk, skrivar KVF

Hóast deyðsboðini um Helga Brekku ikki komu heilt óvæntað, so koma tílík boð altíð óvart á. Ikki tað, Helgi var eingin unglingi, bara knapt ár yngri enn Frans pávi, ið eisini andaðist herfyri

Tað er fleiri ferðir so gamalt sum vanligi livialdurin hjá tjøldrum

Nógv eru deyð og løstað. Politiið hevur handtikið ein 30 ára gamlan mann, sum koyrdi bilin

- Á Krambatanga gekk tað í morgun ov seint við at fáa ítróttarfólk umborð á Smyril, tí talgildi parturin í bíleggingarskipanini, ið skal handfara størri bólkar av ferðafólkum, enn manglar at virka, sum hann skal

Hóast nettosølan minkaði eitt vet so royndist árið í fjør heldur betur enn árið fyri

- Men afturfyri var hann so mikið góður, at hann kanska kann blíva søguligur, sigur ukrainski forsetin

Vatikanið sendir frá jarðarferðini hjá pávanum

Demensur hevur ikki bara stóra ávirkan á tann, sum verður raktur, men eisini nærmasta familjan verður hart rakt

- samanborið við 3,9 mió.kr. undanfarna árið

Amerikanarar rokna við, at tað verður dýrari at vera brúkari, nú Donald Trump førir sítt handilskríggj

Her eru myndir frá flaggdagshaldinum í Tórshavn í dag

Seks danir vóru ákærdir í sambandi við, at TAKS og Føroya Politi í fjør løgdu hald á 1,3 mió. kr. í reiðum peningi, 18 kilo av hassji og 800 gramm av hassjolju

Russiski generalurin Jaroslav Moskalik er í dag dripin av eini bilbumbu í býnum Balasjikha uttan fyri russiska høvuðsstaðin Moskva

Síðani kríggið byrjaði í 2022 hevur Russland mist 946.500 hermenn í Ukraina

Amerikanski forsetin fær aftur uppmerksemið og hesaferð lanserar hann ein nýggjan kepp, sum fæst til keyps á heimasíðuni hjá Trump Store

Fleiri ferðafólk umborð á Smyrli eru misnøgd við avloysaraskipið, Galaxy, sum skal avloysa Smyril á Suðuroyarleiðini í heyst, skrivar KVF

Áhugabólkur Pensjónista var í gjár hin 23. apríl 2025 á fundi við Eirik í Jákupsstovu, landsstýrismann í almannamálum

Elin H. Mortensen hevur fyri fyrstu ferð tikið sæti í býráðnum í kvøld. Hon kemur inn fyri Kristiannu W. Poulsen, sum er í løgtinginum

Ársúrslitið hjá Atlantic Airways fyri 2024 er eitt vet lakari enn í 2023, tó er ferðafólkatalið á nøkunlunda sama stigi sum árið fyri. Í 2025 strembar felagið ímóti at styrkja verandi rutunet við fleiri fráferðum

Frá 1. mai 2025 tillagar Kommunala Brennistøðin burturkastprísirnar. Burturkastprísirnir hækka við 18 prosentum

Í sambandi við at 80 ár eru liðin síðan annar heimsbardagi endaði, og 85 ár síðan vit fingu flaggið, hevur Krígssavnið boðið umboðum frá The Cameronians Association á vitjan

- Samlaði føðitíttleikin í Føroyum var í 2024 1,91 børn fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Tað er eitt vet hægri enn árið fyri, tá hann var 1,86

- Í fagrasta veðri henda seinsummardagin 2022, fóru vit 1000 ár aftur í tíðina, og skaptu ein trøllabundnan ævintýrheim. Hetta var úti við Trøllkonufingur í Sandavági, sigur Heri í Ravnagjógv

Russland hevur í nátt lopið á Ukraina við 215 rakettum og dronum

Tólv deilstatir í USA hava saksøkt Trump-administrasjónina í handilsrættinum fyri at steðga tollpolitikkinum hjá forsetanum, sum deilstatirnir halda er ólógligur og skapar kaos