Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe

Fyrr í vikuni varð fyrsta av tveimum nýggjum skipum sjósett. Sjósetingin eydnaðist væl, og skipið kemur í flotan seinni í ár, skrivar Smyril Line

Stjórnarráðsskrivarin, Chris Wormald, er samdur við Keir Starmer, forsætisráðharra, um at leggja frá sær

“Marknatsarurin” í Hvíta Húsinum, Tom Homan, segði í dag, at ICE er farið at taka seg úr Minnesota. Donald Trump, forseti, hevur góðkent afturtøkuna

- Í Føroya Rætti í gjár vórðu tveir mans dømdir 12 ára langar fongsulsrevsingar fyri at hava smuglað stórar nøgdir av nýggja rúsevninum Pinaca til Føroya. Talan er um eitt flótandi rúsevni, sum er sera vandamikið

Seinastu árini er fólkatalið í Nes kommunu vaksið sera skjótt

Tøl frá meklarafyritøku vísa, at síðani 2021 eru bygdar fleiri íbúðir enn sethús í Norðoyggjum, og gongdin er tann sama í Eysturkommunu og í Havn, skrivar KVF

- Seinasta árið eru fleiri, ið siga seg meta ta verða røttu løtuna at gera størri keyp, til dømis húsbúnað og eltól, meðan færri hava ætlanir um størri bústaðarábøtur

Nýggjar fylgisveinamyndir avdúka, at USA hevur flutt framkomnar Patriot-rakettir til mobil útskjótingarpláss á síni størstu herstøð í Katar

Norska Nobelnevndin heitir á myndugleikarnar í Iran um beinanvegin at leyslata iranska Nobelvinnaran Narges Mohammadi

Føroya rættur hevur í dag dømt tveir menn, ein føroying og ein dana, langar fongsulsrevsingar fyri at royna at smugla rúsevni

Flogvøllurin í El Paso nærhendis markinum til Meksiko hevur latið upp aftur, eftir at hann fyrr í dag varð stongdur

Listaflog er stuðulsskipan hjá Atlantic Airways, ið á hvørjum ári letur 125.000 kr í stuðli til eitt ella fleiri listafólk/verkætlanir

Heri Vang gongur í fótasporunum hjá pápanum, og hevur keypt 84 ára gamla útróðrarbátin frá pápanum. Báturin eitur nú Vónarljós, skrivar KVF

Føroysku húsarhaldini eru eisini meira bjartskygd um búskaparstøðuna í Føroyum, enn tey vóru í juni í fjør

Amerikanski forsetin verður nevndur aftur og aftur í Epstein-skjølunum. Myndugleikarnir fáa kritikk fyri at fjala navn hansara

Russiski herurin trilvar eftir alternativum, eftir at herdeildirnar á hermótinum í Ukraina mistu atgongdina til fylgisveina- og samskiftisnetið Starlink

Í gjárkvøldið tók garnaskipið Thor botn beint uttanfyri Tinganes, skrivar KVF

Inflasjónin í januar 2026 var 0,8 prosent í Danmark, samaborið við 1,9 prosent í desembur 2025

Ein breiður meiriluti í Evropatinginum samtykti í dag ein lista yvir trygg triðjalond, sum vrakaðir friðskjólsøkjarar kunnu sendast aftur til

- Tað hevur alt at siga, at færri fáa krabbamein, at krabbamein verður funnið so skjótt sum til ber og at skjót og góð hjálp er at fáa, tá ið krabbamein er staðfest

Aldursbólkurin 60-79 ár er vaksin mest síðani 1985. Í 1985 vóru 14 prosent av fólkinum millum 60 og 79 ár. Nú eru um 20 prosent í aldursbólkinum

Við ársbyrjan búðu 54.981 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 448 fólkum í 2025. Vøksturin svarar til 0,8 prosent. Vøksturin var størri enn í 2024, tá fólkatalið vaks við 0,4 prosentum

Stríðið hjá ukrainarum móti korrupsjónini í landinum gevur úrslit, vísir nýggj korrupsjónsfrágreiðing. Men aðrastaðni í heiminum gongur tað skeiva vegin

Millum skjølini í Epstein-málinum er ein dagbók frá 2002, sum ein tannáringagenta hevur skrivað á loynimáli. Dagbókin er ikki sensurerað av myndugleikunum

Tveir persónar lótu lív í einum amerikanskum álopi á ein bát í eystara parti av Stillahavinum, upplýsir amerikanski herurin

Air Canada sigur í dag, at felagið gevst at flúgva til Kuba, tí flogbrennievni fæst ikki á oynni

Hósdagin 5. feb. hevði Havstovan væleydnað tiltak um ta vitan, sum m.a. Havstovan hevur savnað um og kring Føroyabanka seinastu 25 árini

Ghislaine Maxwell vísti til sín rætt ikki at svara spurningum, tá hon møtti til nevndarhoyring í Washington í dag

Fríggjadagin 6. februar var hátíðarhald á Toftum, nú nýggi Búfelagsskapurin á Kneysum stendur liðugur

Stovnurin heldur, at myndugleika-góðkenning eigur at verða avgreidd, áðrenn farið verður víðari við projektering og útboði, skrivar KVF

Kubanskir ​​flogferðslumyndugleikar hava boðað frá, at landið tømist fyri jetbrennievni, og flogfeløg úr fremmandum londum sum USA ikki kunnu fylla brennievni á flogførini

- Í grein sum júst er útgivin í vísindaliga tíðarritinum Aquaculture, verður staðfest at flytførar og vaksnar laksalýs ikki smitta millum alibrúk

Maxwell, sum er dømd 20 ára revsing fyri at hava útvegað gentur til Jeffrey Epstein, er kallað inn til avhoyringar í Kongressini í dag

Rakstrarúrslitið í fjórða ársfjórðingi 2025 fyri alt Bakkafrost samtakið var 295 milliónir krónur, samanborið við 280 milliónir sama ársfjórðing í fjør

Tvey met vórðu sett í elframleiðsluni í januar 2026

Verður ein mús sædd umborð á einum flogfari er bert eitt at gera, og tað er at lenda sum skjótast. Og júst hetta hendi hjá SAS í gjár

Uppgávan er ikki at tvinga børnini at møta upp í skúlanum men at fáa tey at trívast í lívinum

Men 676 túsund krónur restaðu í á botnlinjuni seinasta roknskaparár og eginognin er negativ við 2,8 mió kr sum móðirfelagið í Danmark fíggjar

- Tað hevur verið ein langur dagur og strongd og vánaligt veður hava eisini gjørt sítt. Hoyr her boðini frá flogskiparanum til ferðafólkini eftir óhepnu hendingina hjá SAS í Bruxelles í gjár

Børnini eru klók og loyal mótvegis foreldrunum og týdningarmikið er at skapa álit

Veðrið er betri nú men fiskaríið er kanska heldur lakari, sigur Fiskamarknaðurin

Donald Trump, forseti, deildi á sínum sosiala miðlapalli í kvøld video, sum innihelt eina rasistiska animatión av fyrrverandi forsetanum Barack Obama og Michelle Obama avmyndað við kroppum av apum

Fyrr í vikuni sendi Føroya Politi tíðindaskriv út um skuldsetingina av einum fyrrverandi politisti, sum við fleiri handilsstarvsfólk hevði sagt seg vera politistur. Til hesar hendingarnar misnýtti viðkomandi eitt politiskelti

Borgarstjórarnir í Suðuroynni hava, á felags fundi á Tvøroyri í dag, avtalað, at skipa fyri borgarafundi í SALT um Suðuroyartunnilin

- Mítt vinalag við Jeffrey Epstein harmar meg djúpt. Tað er umráðandi fyri meg at biðja tykkum øll um umbering, sum eg havi skuffað

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, ákærir Ukraina fyri at standa aftanfyri eitt álop, har ein høgt standandi generalur varð skotin í Moskva í dag

Eitt av ferðafólkunum sigur at upplivingin var skakandi. Flogfarið skuldi til Keypmannahavnar úr Brússel

Svenska kommunan Älvdalen fer at loyva starvsfólkum at hava kynsligt samband í arbeiðstíðini í einum sokallaðum "fitness-tíma"

Økokrim missteinkir fyrrverandi forsætisráðharran Thorbjørn Jagland fyri grova korrupsjón eftir at hava hugt gjøgnum Epstein-skjølini

Politikarar, máttmiklir vinnulívsmenn, prinsessur, høvundar, vísindafólk og ein heimskendur filmsleikstjóri. Hetta eru bert nøkur av heitunum, sum koma fram í seinastu útgávuni av sokallaðu Epstein-skjølunum

# #