Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Norska Nobelnevndin heitir á myndugleikarnar í Iran um beinanvegin at leyslata iranska Nobelvinnaran Narges Mohammadi

Føroya rættur hevur í dag dømt tveir menn, ein føroying og ein dana, langar fongsulsrevsingar fyri at royna at smugla rúsevni

Flogvøllurin í El Paso nærhendis markinum til Meksiko hevur latið upp aftur, eftir at hann fyrr í dag varð stongdur

Listaflog er stuðulsskipan hjá Atlantic Airways, ið á hvørjum ári letur 125.000 kr í stuðli til eitt ella fleiri listafólk/verkætlanir

Amerikanski forsetin verður nevndur aftur og aftur í Epstein-skjølunum. Myndugleikarnir fáa kritikk fyri at fjala navn hansara

Russiski herurin trilvar eftir alternativum, eftir at herdeildirnar á hermótinum í Ukraina mistu atgongdina til fylgisveina- og samskiftisnetið Starlink

Í gjárkvøldið tók garnaskipið Thor botn beint uttanfyri Tinganes, skrivar KVF

Ein breiður meiriluti í Evropatinginum samtykti í dag ein lista yvir trygg triðjalond, sum vrakaðir friðskjólsøkjarar kunnu sendast aftur til

- Tað hevur alt at siga, at færri fáa krabbamein, at krabbamein verður funnið so skjótt sum til ber og at skjót og góð hjálp er at fáa, tá ið krabbamein er staðfest

Aldursbólkurin 60-79 ár er vaksin mest síðani 1985. Í 1985 vóru 14 prosent av fólkinum millum 60 og 79 ár. Nú eru um 20 prosent í aldursbólkinum

Við ársbyrjan búðu 54.981 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 448 fólkum í 2025. Vøksturin svarar til 0,8 prosent. Vøksturin var størri enn í 2024, tá fólkatalið vaks við 0,4 prosentum

Millum skjølini í Epstein-málinum er ein dagbók frá 2002, sum ein tannáringagenta hevur skrivað á loynimáli. Dagbókin er ikki sensurerað av myndugleikunum

Tveir persónar lótu lív í einum amerikanskum álopi á ein bát í eystara parti av Stillahavinum, upplýsir amerikanski herurin

Ghislaine Maxwell vísti til sín rætt ikki at svara spurningum, tá hon møtti til nevndarhoyring í Washington í dag

Fríggjadagin 6. februar var hátíðarhald á Toftum, nú nýggi Búfelagsskapurin á Kneysum stendur liðugur

Stovnurin heldur, at myndugleika-góðkenning eigur at verða avgreidd, áðrenn farið verður víðari við projektering og útboði, skrivar KVF

Maxwell, sum er dømd 20 ára revsing fyri at hava útvegað gentur til Jeffrey Epstein, er kallað inn til avhoyringar í Kongressini í dag

Tvey met vórðu sett í elframleiðsluni í januar 2026

Verður ein mús sædd umborð á einum flogfari er bert eitt at gera, og tað er at lenda sum skjótast. Og júst hetta hendi hjá SAS í gjár

Uppgávan er ikki at tvinga børnini at møta upp í skúlanum men at fáa tey at trívast í lívinum

- Tað hevur verið ein langur dagur og strongd og vánaligt veður hava eisini gjørt sítt. Hoyr her boðini frá flogskiparanum til ferðafólkini eftir óhepnu hendingina hjá SAS í Bruxelles í gjár

Børnini eru klók og loyal mótvegis foreldrunum og týdningarmikið er at skapa álit

Donald Trump, forseti, deildi á sínum sosiala miðlapalli í kvøld video, sum innihelt eina rasistiska animatión av fyrrverandi forsetanum Barack Obama og Michelle Obama avmyndað við kroppum av apum

Fyrr í vikuni sendi Føroya Politi tíðindaskriv út um skuldsetingina av einum fyrrverandi politisti, sum við fleiri handilsstarvsfólk hevði sagt seg vera politistur. Til hesar hendingarnar misnýtti viðkomandi eitt politiskelti

Borgarstjórarnir í Suðuroynni hava, á felags fundi á Tvøroyri í dag, avtalað, at skipa fyri borgarafundi í SALT um Suðuroyartunnilin

- Mítt vinalag við Jeffrey Epstein harmar meg djúpt. Tað er umráðandi fyri meg at biðja tykkum øll um umbering, sum eg havi skuffað

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, ákærir Ukraina fyri at standa aftanfyri eitt álop, har ein høgt standandi generalur varð skotin í Moskva í dag

Svenska kommunan Älvdalen fer at loyva starvsfólkum at hava kynsligt samband í arbeiðstíðini í einum sokallaðum "fitness-tíma"

Økokrim missteinkir fyrrverandi forsætisráðharran Thorbjørn Jagland fyri grova korrupsjón eftir at hava hugt gjøgnum Epstein-skjølini

Politikarar, máttmiklir vinnulívsmenn, prinsessur, høvundar, vísindafólk og ein heimskendur filmsleikstjóri. Hetta eru bert nøkur av heitunum, sum koma fram í seinastu útgávuni av sokallaðu Epstein-skjølunum

Øll tey 166 kirkjufólkini, sum vórðu rænd av vápnaðum bólkum, sum lupu á tvær kirkjur í norðara parti av Nigeria í januar, eru latin leys, upplýsir CAN

World Economic Forum setur í verk kanning av Børge Brende eftir Epstein-sambandið

Tórshavnar kommuna hevur sent Sermersooq kommunu í Grønlandi stuðulsskriv í sambandi við spentu altjóða politisku støðuna, har Grønland er komið í miðdepilin

Í løtuni herjar eitt stórt og álvarsamt álop í Føroyum á SMS-boðum og teldupost

- Nú er klárt at fara undir eina pilotverkætlan at screena fyri tarmkrabba. Tað sigur Per Busk, sum er virkandi forstjóri í Sjúkrahúsverkinum og stjóri á Landssjúkrahúsinum, við KVF

Granskarar á NTNU í Tróndheimi hava funnið ein heilt nýggjan hátt at uppdaga ágangandi prostatakrabba

Myndugleikarnir í Fulton County í Georgia hava stevnt FBI við kravinum um at fáa atkvøðuseðlarnar aftur frá valinum í 2020

Ein avstralskur tannáringur er skuldsettur fyri at hava hótt ísraelska forsetan, Isaac Herzog, við drápshóttanum undan ætlaðu vitjanini hjá forsetanum í Australia

Lizzie Johnson, ukraina-tíðindafólk hjá virðismetta amerikanska blaðnum The Washington Post, er uppsøgd, meðan hon er stødd í Ukraina

Vestmanna kommuna bjóðar nú eitt øki á umleið 700 fermetrar út til bústaðarbygging

Amerikanski milliardingurin Bill Gates biður um umbering fyri at hava brúkt tíð saman við fíggjar- og neyðtøkumanninum Jeffrey Epstein

Stjórnin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, fer at minka um talið av ICE-agentum í Minnesota við 700, boðaði marknasamskiparin í Hvíta Húsinum, Tom Homan, frá í dag

Meðan journalistar, miðlar og vanlig fólk kring heimin blaða í nýliga útgivnu Epstein-skjølunum, kemur nógv nýtt og ørkymlandi undan kavi

Andrew Mountbatten-Windsor er fluttur úr heiminum í Windsor, har hann hevur búð í yvir 20 ár

Fyrsta mannaða ferðin til Mánan í yvir 50 ár er útsett til í mars, eftir at lekar vórðu funnir undir seinastu royndunum, upplýsir NASA

Orkumálaráðharrin í Ukraina, Denys Shmyhal, sigur, at eitt orkuverk í eystara býarpartinum av Kyiv hevur fingið stóran skaða í russiskum álopum

Saif al-Islam, sonur fyrrverandi leiðaran í Libya, Muammar Gaddafi, er dripin í heimlandi sínum, upplýsa fleiri keldur í norðurafrikanska landinum

Amerikanski herurin skeyt í dag eina iranska dronu niður, tá hon nærkaðist flogberanum USS Abraham Lincoln í Arabiska havinum, sigur ein amerikanskur embætismaður við Reuters

Í hesum døgum er Elsa Berg, borgarstjóri, við á stóru altjóða ráðstevnuni Arctic Frontiers 2026, sum verður hildin í Tromsø í Noreg

Aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, er "fullkomiliga sannførdur" um, at NATO-londini kunnu savna inn tær 15 milliardirnar, sum Ukraina biður um, til at fíggja sonevndu PURL-skipanina

# #