Hagstovan: Í 2025 fekk helvtin av persónum, sum fingu løn allar mánaðir í árinum, eina ársløn, sum var omanfyri 445 túsund krónur. Tey tíggju prosentini, sum hava størstu lønirnar, høvdu eina árliga løn, sum var yvir slakar 740 túsund krónur. Vinnugreinin við størstu miðalløn og miðvirði er "Fiskiveiða og aling".
Miðallønin fyri árið verður roknað við at býta samlaðu útgoldnu lønina við tal av persónum, sum fáa løn. Tað verður ikki tikið hædd fyri hvussu nógva tíð ein persónur arbeiðir.
Miðallønin fyri 2025 var góðar 470 túsund krónur. Hetta er 5,4 prosent hægri enn árið frammanundan. Hjá kvinnum er miðallønin slakar 400 túsund krónur. Tað er 27 prosent lægri enn miðallønin hjá monnunum, sum er næstan 550 túsund krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



