Tú mást sjálvur vera tann broytingin sum tú vilt síggja í heiminum
- Mahatma Gandhi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú mást sjálvur vera tann broytingin sum tú vilt síggja í heiminum
- Mahatma Gandhi
Politikkur

Almanna- og Bústaðamálaráðið: Umsitingin av tilbúgvingarlógini og tilhoyrandi starvsfólk verða flutt frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum til Vørn. Samstundis verður Arbeiðs- og brunaeftirlitið umskipað til Arbeiðseftirlitið. Broytingarnar fáa gildi 1. septembur 2026.

Endamálið er at savna tilbúgvingarøkið í Vørn og harvið styrkja samskipanina og menningina av økinum.

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, sum varðar av tilbúgvingarøkinum, sigur:

- Vit eru í einari tíð, har alsamt størri dentur verður lagdur á tilbúgving og samfelagstrygd. Við at savna hesar uppgávurnar hjá Vørn fáa vit eitt sterkari fakligt umhvørvi og betri møguleikar fyri at samskipa og menna tilbúgvingina í Føroyum.

Við umskipanini verður arbeiðsumhvørvisøkið høvuðsvirksemið hjá Arbeiðseftirlitinum. Hetta leggur eisini lunnar undir eitt enn meira miðvíst arbeiði við fyribyrging, eftirliti og menning av arbeiðsumhvørvinum í Føroyum.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, sum varðar av arbeiðsumhvørvisøkinum, sigur:

- Arbeiðstrygd skal raðfestast hægri, hugburðurin á arbeiðsplássum skal broytast, og vit skulu hava eina nullhugsjón, tá tað kemur til arbeiðsvanlukkur. Í hesum sambandi meti eg, at tað kann vera gagnligt, at Arbeiðseftirlitið kann savna sína orku um arbeiðstrygd.

Stjóraskifti á Arbeiðseftirlitinum
Í sambandi við bygnaðarbroytingina verður eisini stjóraskifti á Arbeiðseftirlitinum.

Leivur Persson, sum hevur verið stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, flytur við til Vørn sum deildarleiðari á tilbúgvingarøkinum.

Tummas Pauli Juul, deildarleiðari, hevur fyribils tikið við sum stjóri á Arbeiðseftirlitinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #