Útrokningar sum liggja langt frá veruleikanum við at lækka lønina.
Í kjakinum um tilfeingisrentu verður ofta ført fram, at fiskivinnan hevur eitt sera stórt “yvirnormalt yvirskot”. Hetta verður brúkt sum grundgeving fyri hægri tilfeingisgjaldi. Ikki tí tilfeingisgjaldið er komið fyri at verða, semja er ikki um annað, gott er tó við veruleikakendum útrokningum. Annars ljóðar tað, sum um vit bara kunnu krevja fleiri milliardir inn – og so er alt loyst.
Nógv av hesum roknistykkjum byggja á fortreytir, sum eru langt frá veruleikanum.
Tá eg var formaður í Búskaparráðnum, løgdu ávísir búskaparfrøðingar fram útrokningar um tilfeingisgjaldið fyri ráðnum. Flest minnast dømið, har ein maður, sum hevði verið á sjónum nærum 300 dagar um árið, í útrokningini skuldi forvinna umleið 400.000 krónur. Setur man hetta upp í verulig arbeiðstímar, sæst skjótt, hvussu órealistiskt hetta er.
Er skipið í sjónum 300 dagar um árið – og arbeiðstíðin er 6:6, tað vil siga 12 tímar um dagin – so svarar ein ársløn á 400.000 krónur til eina tímaløn upp á umleið 111 krónur um tíman.
Tað er langt undir sáttmálalønum á landi. Og tá er enntá ikki tikið hædd fyri skeivari arbeiðstíð, arbeiði á høgtíðum ella tí veruleika, at sjófólk eru burtur frá familju og heimi ein stóran part av árinum.
Og verða tvær manningar roknaðar við – sum er vanligt – fellur árslønin niður móti 200.000 krónum. Tað er sjálvandi ikki realistiskt, um nakað skip skal kunna mannast.
Tá man í roknistykkjum setur hýrurnar hjá manningunum nógv lægri enn tær veruliga eru sambært sáttmálum, síggja útreiðslurnar lægri út – og so sær yvirskotið sjálvandi størri út. Soleiðis kann man rokna seg fram til eina høga tilfeingisrentu.
Eisini gloymist ein týdningarmikil veruleiki: nógv sjófólk eru niðurslitin longu í hálvtrýssunum. Teir arbeiða tí styttri – men tað sæst ikki í útrokningunum.
Við øðrum orðum verður ein partur av tí “yvirnormala” yvirskotinum skaptur í sjálvum rokniarkinum – ikki í veruleikanum.
Men veruleikin er ein annar. Manningarnar fáa hýru sambært sáttmála, og tað eru hesar lønir, sum eru partur av veruligu útreiðslunum í vinnuni. Hýrusáttmálar verða avtalaðir á fríum arbeiðsmarknaði millum manningarfeløg og reiðarafeløg – ikki í politiskum roknistykkjum.
Eg ivist ikki í, at arbeiðarafeløgini á landi høvdu mótmælt harðliga, um TAKS fór fram á sama hátt. Hugsa tykkum, um TAKS kom til ta niðurstøðu, at yvirskotið hjá eini fyritøku var ov lítið – tí myndugleikin helt, at lønirnar vóru ov høgar. Síðani hevði TAKS bara lækkað lønirnar í sínum roknistykki, so útreiðslurnar sóu lægri út, yvirskotið størri – og skatturin hægri.
Hetta hevði sjálvsagt verið óhugsandi.
Siglandi fólk eru kanska færri í tali, enn arbeiðarar á landi, men tað eigur ikki at merkja, at teirra sáttmálar verða settir til viks í útrokningum. Tað er trupult at skilja, at manningarfeløg, maskinmeistarar og skiparar skulu góðtaka, at teirra lønir verða settar niður í roknistykkjum fyri at fáa tilfeingisrentuna at síggja hægri út.
Tilfeingisgjald er komið fyri at vera, semja er ikki um annað í politisku skipanini. Men skulu vit finna eina haldgóða langtíðarsemju, mugu útrokningarnar byggja á veruleikakendar lønir og virðing fyri teimum, sum arbeiða í vinnuni.
Hetta er vert at hava í huga, tá vit taka støðu til politisku kósina framyvir.
X við A
X við FróðA Magnussen Valevni hjá Fólkaflokkinum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



