Brekumboðið: Brekumboðið skipar 19. oktobur fyri tiltaki um rúmliga arbeiðsmarknaðin.
Fólk, ið hava skerdan førleika, hava ofta torførari at sleppa inn á arbeiðsmarknaðin enn onnur.
Hvussu fáa vit ein arbeiðsmarknað, sum eisini rúmar fólki, ið hava skerdar førleikar? Tað spyrja vit á tiltakinum.
Á tiltakinum fer Javni at leggja fram nýggja frágreiðing um ung og arbeiðsmarknaðin.
Elin Ludvig, stjóri í Dugna, fer at greiða frá, hvussu Dugni hjálpir fólki við at menna arbeiðsevni síni.
Eisini fer Gestur Hovgaard at greiða frá IPS-leistinum og einari kanning um evnið, sum hann í løtuni arbeiðir við, og um hvussu IPS kann stuðla undir einum rúmligari arbeiðsmarknaði.
Vinnuhúsið fer at greiða frá, hvat privati arbeiðsmarknaðurin kann gera fyri at fáa fólk, við skerdum førleikum, í starv, og um hvørjar avbjóðingar og møguleikar arbeiðsgevarar síggja í hesum.
Pallborðsfundur er eisini við yvirskriftini Hvussu gera vit arbeiðsmarknaðin rúmligari?
Luttakarar eru Margit Stóra, landsstýriskvinna í almannamálum, Ása Olsen, forkvinna í MEGD, Gestur Hovgaard, granskari, Sirið Steenberg, forkvinna í Tjóðveldi, og fyrrverandi landsstýriskvinna í almannamálum, og Niels Winther stjóri í Vinnuhúsinum.
Tiltakið er í Smæruni í Havn 19.oktobur frá klokkan 13 til klokkan 1530.
Tiltakið er alment og ókeypis, men heitt verður á fólk um at boða frá luttøku á brekumbod@brekumbod.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



